Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Býráðið hevur nú samtykt útbyggingina av Eystaru bryggju og landsins myndugleikar hava givið øll neyðug loyvi. Kostnaðurin av útbyggingini av Tórshavnar havn verður fíggjaður av íløgum hjá Tórshavnar havn og lántøku yvir 20 ár.

- Kostnaðurin ávirkar ikki íløgurnar hjá kommununi. Tað er Tórshavnar havn, ið rindar fyri útbyggingina, og talan er sostatt um vinnuinntøkur frá Tórshavnar havn, og ikki skattapengar frá borgarum í kommununi. Tí ávirkar tað hvørki skattaprosent ella rakstur av kommununi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Um 700 familjur í Havn og útivið 40% av arbeiðsfólkinum vinna í høvuðsheitum sítt livibreyð av inntøkum, tey fáa av økinum hjá Tórshavnar havn. So tað er klárt, at hetta er eitt sera týðandi mál fyri okkum.

Avbjóðingin
- Havnalagið nøktar ikki verandi tørv. Í høvuðsheitinum vegna tess, at pláss er ikki at vaksa um virksemið og at Tórshavnar havn er ov lítil og ov grunn at taka ímóti vaksandi farma- og ferðamannaflutninginum.

- Vit hava leingi arbeitt við málinum um útbygging á eystara keiøki og at geva vinnulívinum betri karmar, og samstundis við framtíðini í huga skapa møguleikar fyri øðrum virksemi. Verandi umstøður á Eystaru bryggju eru vánaligar, tí dýpið fram við Eystara mola er ov lítið og innsiglingin er ov trong. Hetta ger tað ómøguligt at fáa enn størri farmaskip til bryggju.

- Haraftrat er keiplássið sera avmarkað, serliga um summarið. Hetta merkir, at ferðamannaskipini og farmaskipini ikki kunna verða avgreidd samstundis, og at tað er púra ómøguligt at økja um møguligt annað virksemi. Fleiri ferðamannaskip kundu komið, um umstøður vóru til tað.

- Vit skapa nú góðar og tryggar umstøður til Norrønu úti í horninum við Havnarskrivstovuna. Smyril fær betri umstøður í horninum við Bursatanga. Vit fara at byggja nýggjan terminal, vit skilja farma- og ferðafólkaflutning at, so øll ferðafólk trygt kunnu ferðast, uttan at koma í samband við annað virksemi á økinum.

Framtíðartrygging
- Ein skjót, góð og trygg tænasta hevur eins stóran týdning fyri tilfeingisvinnuna, vøruframleiðsluvinnuna og tænastuvinnuna. Tað hevur eins stóran týdning, at fyritøkurnar kunnnu avgreiða sínar vørur skjótt og effektivt og harvið halda eitt høgt tænastustøði mótvegis sínum kundum.

- Tað hevur týdning at vinnan verður sett í hásæti og hoyrd, tí tað er hon, sum dagliga er bundin av teimum karmum og treytum sum eru til staðar, bæði tá tað kemur at veita kundum eina góða og skjóta tænastu, men eisini tá tað kemur til arbeiðsumstøðurnar hjá teimum sum virka á havnalagnum. Hesum fáa vit øll ágóða av.

- Vit vilja varðveita støðuna hjá Tórshavnar havn og veita vinnu og borgarum bestu umstøður at mennast. Samstundis skapa vit møguleikar fyri nýggjum tænastum, eitt nú umskiping o.ø., nú Føroyar við vaksandi altjóða siglingini gerast alt meira upplagdar innan fleiri tænastuøki.

- Nú framtíðartryggja vit Tórshavnar havn og okkara arbeiðspláss. Tað er okkara framtíð, tað snýr seg um. Talan er um eitt stórt arbeiðspláss sum serviserar  allar Føroyar á einum sera høgum støði.

- Tað snýr seg um framtíðina hjá hundraðtals familjum og framtíðar møguleikar hjá og menning av eini fjølbroyttari vinnu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.