Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framvegis stór undirtøka fyri at drepa grind

Nýggj kanning á heimasíðuni 24Update vísir, at føroyingar framvegis ynskja at drepa grind.

Hóast ávís mótmælir seinastu árini, so tykist undirtøkan ógvuliga greið og alt bendir sostatt á, at føroyingar ikki ynskja at gevast við at drepa grind fyribils. Tað er í øllum førum niðurstøðan í einari kanning á heimasíðuni www.24update.com, sum m.a. savnar saman tíðindayvirskriftir frá bæði kendum og minni kendum veitarum, bæði her á landi eins og uttan úr heimi.

Av teimum 328 atkvøðunum tilsamans í kanningini vóru tað 79%, sum vóru fyri framhaldandi grindadrápi, ímeðan 16% hinvegin hildu, at hesin aldargamli siður føroyinga ikki longur skal haldast í hevd. 5% av teimum, ið greiddu atkvøðu, vóru í iva um spurningin.

Talan er um eina sonevnda quick-poll atkvøðugreiðslu, sum tí eigur at takast við størsta fyrivarni. Slíkar kanningar eru nevniliga ikki heilt eftirfarandi, men kunnu tó vísa eina ábending um eina gongd.