Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Franklin Graham talar á bønarkrossferðini

FRANKLIN GRAHAM Á BØNARKROSSFERÐ - vitjar allar 50 statirnar

Franklin Graham er farin undir eina bønarkrossferð í USA, har ætlanin er at vitja allar 50 statirnar. Krossferðin hevur heiti: AMERIKANSKA AVGERÐIN 2016, og her verður sipað til fyristandandi forsetaval. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Franklin sigur, at endamálið við bønarkrossferðini er at vekja tey kristnu um alt USA at fara aktivt inn í forbønarkamp fyri komandi forsetavali, tí Amerika stendur yvirfyri størstu avgerð nakrantíð í søguni. Hann ynskir at motivera tey kristnu at biðja og hugsa seg væl um hvønn tey seta atkvøðuna við á valdegnum, at tað má vera ein persónur, sum setur tey bíbilsku virðini høgt, tí, sum Franklin sigur:

“Landsins myndugleikar hava vent sær frá Gudi og hava vrakað orð Guds og Guds meginreglur í almenna rúminum!” 

Fyrsti staturin, ið hann vitjaði var IOWA sunnudagin 3. januar. Inntil nú hevur hann vitjað 9 statir. Í mars mánaða er ætlanin at vitja seks statir. Næsti steðgur hjá Franklin verður týsdagin 15. mars í høvuðsstaðnum Denver í statinum Colorado. Franklin ætlar at náa allar 50 statirnar áðrenn forsetavalið í november. 

Í øllum níggju statunum, tá Franklin hevur staðið framman fyri Guvernørbygninginum í høvuðsstaðnum, hava kristin frá øllum samkomum og kirkjum møtt upp í túsundatali og sameint seg í bøn fyri komandi forsetavalið.