Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Freistin at søkja um ferðastuðul er fríggjadagin

Vilt tú hava ferðastuðulin á konto 10. februar, mást tú lata umsóknina inn áðrenn fríggjadagin 10. januar. Letur tú umsóknina inn eftir 10. januar, kann tað ganga longri tíð, til tú fært peningin útgoldnan.

Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Søkjast kann um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Ferðastuðul verður veittur í mesta lagi fyri 220 dagar árliga, fyri hvønn arbeiðsgevara.** Fyri at fáa ferðastuðul skalt tú:

• vera fult skattskyldugur í Føroyum

• vera búsitandi í Føroyum

• hava lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart

• hava útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað

• hava eina fjarstøðu millum bústað og arbeiðsstað, ið er longri enn 20 km, aftur og fram.

Tað er týdningarmikið, at umsóknin er rætt fylt út. Er hon ikki tað, verður umsóknin send aftur til umsøkjaran, og vandi er tí fyri, at peningurin ikki verður goldin út til tíðina.

Umsóknarblaðið er at finna her: http://taks.fo/documents/0B5AECC9-B8D7-4DFC-8AA1-5A0A3B005469.xls

Umsóknarblaðið skal sendast til ferdastudul@taks.fo