Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fría prísmekanisman sett úr gildi, og føroyingar fingu minst kompetenta bankastjóran í ríkinum

Hetta er tað, ið Sofus Olsen, sum limur í Búskaparráðnum,  skrivliga viðmerkti til nevndina, sum var sett at kanna áttatiárini. Og hann sigur eisini, at Ansvarsleysir politikarar hava ikki tey nógvu seinastu árini verið mangilvøra her á klettunum

Sofus Olsen 04.09.1997 VIÐMERKINGAR TIL BRÆVIÐ FRÁ 31/7/97 

Í omanfyri nevnda brævi spyrja tit, um eg eri samdur í, at í áttatiárunum í ein vissan mun (sic) vórðu tiknar skeivar politiskar/umsitingarligar avgerðir í samband við stuðul, lán og veðhald til vinnulívið. Sum orsøk til, at eg verði spurdur, geva tit, at eg hetta tíðarskeiðið var formaður í Búskaparáðnum. Skal ein halda seg til sannleikan, skal ein vera erligur móti sær sjálvum & øðrum, kann svarið ikki verða annað enn eitt dundrandi JA. Tað var ikki bara í ein vissan mun, tað var heilt vanligt. At heingja eina almenna skuld uppá kanska einar 6 milliardir ella meir um hálsin á færri enn fíratifimtúsund sálum var verri enn ein dáragerð, kann illa fáa annað skoðsmál. 

Búskaparráðið (Politbureauet sum Dimmalætting kallaði okkum, á donskum sjálvandi), sum eg var limur av, varð sett við lóg nr. 42 frá 30. maj 1963. Tað var sokallaða SjálvstýrisLandsstýrið, sum setti Ráðið (forrestin eitt tað besta Landsstýri, vit hava havt). Samarbeiðið millum Búskaparráðið & tað Landsstýrið var neyvt & sera positivt. Vit fingu uppgávur at takast við, sum oftast høvdu relatión til vinnulívið. 

Nevnast kann Gerhardsen nevndin, sum var samansett av okkum trimum & norska professaranum. 
Nevndin setti í drúgvum áliti út í kortið tann vinnupolitikk, vit áttu at stíla eftir, & sum faktisk stipuleraði vinnustrukturin soleiðis, sum hann er í dag. Eg síggi í bløðunum, at verandi  Búskaparráð søkir eftir búskaparfrøðingi, sum skal verða skrivari hjá ráðnum. Eg nevndi í eini samrøðu við Sosialin í vetur, at hetta var neyðugt. Hetta var forrestin eitt ynski hjá okkum frá fyrsta degi av. 

Tað eydnaðist ongantíð okkum at fáa hann. Og hetta var eitt handikap. Tað neyva & positiva samarbeiði, sum var millum Búskaparráðið & Sjálvstýrislandsstýrið, kom at halda fram undir Landsstýrinum, sum loysti av. Her kann eg ikki lata vera at nevna Kristian Djurhuus, ein tann gløggasti & dugnaligasti politikaran, vit hava havt undir Heimastýrislógini. Seinasti realpolitikari her á landi. Var tað politiskt gjørligt, so fylgdi hann okkara tilráðingum. 

Generatiónsskiftið Fyrst í sjeytiárunum komu nýggir menn, fyri ikki at siga valdsharrar, at dominera í føroyskum politikki. Teir hóligu menninir, sum í eini 25 ár Skrivligar frágreiðingar 179 undir Heimastýrislógini høvdu stýrt landinum bæði væl og virðiliga, teir høvdu bæði beinini á jørðini, teir dugdu sær hógv, sigldu ikki við størri seglum, enn føroyska skútan kundi føra. 

Eftirhondini sum hesir nýggju valdsharrarnir ella buldrubassarnir høvdu, um eg so má siga, aklimatiserað seg, kom annað lag á. Skilagóða umsitingin kom meira & meira at verða avloyst av hasardkendum politiskum avgerðum. Minnist meg rætt, var tað í 1975 vit fingu sokallaða Ráfiskagrunnin & Prísásetingarnevndina fyri Ráfisk. Við einum pennastroki varð fría prísmekanisman sett úr gildi. Tey næstu seytjan árini komu allir avreið ingarprísirnir at verða settir av nevnd, har vinnan, t.e. báta- & skipaeigarar, flakavinna & manningarfeløgini domineraðu. 

Grunnurin kom mest av øllum at minna um eitt sjálvtøkuborð. Ein kundi eisini sagt, at tað var næstan sum at seta revin at ansa gæsnum. Afturat at tiltakið var dýrt, okkurt árið út við eina hálva milliard, avskeplaði tað ikki so lítið fiskivinnuna bæði á sjógvi & landi. Onkur politikari úr valdømi við nógvum flakafólki gekk enntá við lógaruppskoti í lummanum, sum skuldi geva fólkinum á flakavirkjunum fasta løn. 

Ansvarsleysir politikarar hava ikki tey nógvu seinastu árini verið mangilvøra her á klettunum. Ráfiskagrunnurin, & tað sum hekk uppi í, var fyrsta høggið nýggju valdsharrarnir góvu føroyska búskapinum. Men meira av sama slag skuldi koma seinri, í áttatiárunum. 

Í 1980 fingu vit nýtt Landsstýri. Við tí tók hasardkendi politikkurin dik á seg. Uttan at fara út í æsir í syndaregistarinum frá teimum fýra árunum, kann nevnast, at í tí tíðarskeiðinum kom svartkjaftatrolarin Reynsatindur, alias Olaf í Garðastovu, við lítlum ella ongum eginpeningi. Hann kostaði landskassanum ca. 130 milliónir (nógv av tapta peninginum var játtaður skipinum av Landsstýrinum 1985-89), uttan iva størsta tap tann kassin hevur havt av einum skipi. Giljanes, eisini svartkjaftatrolari við helst nøkurlunda sama eigaraskara, hevði tá verið í rakstri eina tíð við sera ringum úrsliti. Hann kostaði kassanum í Tinganesi einar 60 mill. 

Tey árini varð bygd ein ørgrynna av farmaskipum. Øll fóru tey av knóranum eftir stutta tíð. Landskassin kendi sviðan. Global kostaði útvið 100 mill., gasstangaskipini 30 mill., Líðartindur 40 mill., fyri bert at nevna nøkur burtur úr allari rúgvuni. Ein rættiliga stórur partur av feskfiskatrolarunum skiftu eigara & vórðu handlaðir fyri tvær ella tríggjar ferðir upprunavirðið. 

Landsstýrið læt hetta ganga um seg uttan at rætta hond frá síðu. Teir kundu havt gripið inn, men lótu bert standa til (Landsstýrið var panthavari). Fylgirnar fyri almenna kassan, fyri bankarnar & fyri trolaraflotan kenna vit. Havi onkuntíð hoyrt tikið til, at ringt var í Sauls tíð, men verri í Dáviðs. Ella var tað umvent. Fyri at geva bíbilska orðatakinum nýmótans snið, ber til at siga, at ringt var í Paulasa tíð, men hvana verri í Atlasa. 

Landsstýrið, sum sat tey fýra árini frá 1980, var eitt oyðsl, ongin ivi um tað. Men avloysarin var so sanniliga ongin sparibússa. Vit minnast teir nógvu & dýru skipapakkarnar. Bygdir vórðu djúpvatnstrolarar en masse, 180 FRÁGREIÐING UM 80-ÁRINI svartkjaftatrolarar í hópatali, hóast tað við tveimum ovurhonds dýrum experimentum var prógvað, at hetta skipaslagið hevði ikki ein livandi kjans. Heilur hópur av øðrum trolarum vórðu bygdir. Alt við lánum & veðhaldum frá Landsstýrinum, langt út yvir tær maximeraðu upphæddirnar, í flest øllum førum við ongum ella lítlum eginpeningi. Eitt vóru teir nógvu og dýru skipapakkarnir. Nakað annað & meira skaðiligt, búskaparliga, var tað, sum fór fram uppi á landi, nevniliga tað enormt stóra byggi- & annleggsvirksemi. 

Almennu íløgurnar í seinru helvt av áttatiárunum vóru risastórar. Bert í 1988 út við eina milliard. Afturat komu tær, eisini risastóru, vinnulívsíløgurnar, fyri størsta partin fíggjaðar av donskum kreditfeløgum. Landsstýrið, sum hevði tað í síni makt, gjørdi onki til at forða hesum. Skuldin har var í 1988 einar tvær milliardir, fyri størsta partin akkumulerað gjøgnum eini trý ár. Alt hetta hendi um somu tíð. Økonomiin var ikki bert upphitað, hon gløddi. 

Nógv størri arbeiðsmegi kravdist enn hana, vit høvdu. Tí varð innflutt ein stórur herur av fremmandum, serliga donskum, arbeiðsmonnum & handverkarum. Tann, sum kom at sita eftir við svartaperi í hesum spælinum, var fiskivinnan & serliga flakavinnan, exportvinnan. Flakavirkini vóru sjálvandi ikki før fyri at gjalda eins høgar lønir & byggi- & annleggsvinnan & fingu tí bert ta arbeiðsmegi, ongin annar vildi hava. Og tey fingu ikki eingang nokk av hesum vánaliga fólkaslagnum. Produktiviteturin kom at verða hareftir. Fyri at fáa alt til høldar, kundu virkini bert framleiða tær minst arbeiðskrevjandi & bíligastu vørurnar. Hetta var ein óndur sirkul, sum sló beinini undan flakavinnuni. 

Ført hevur veriðið fram í tíð & úrtíð, at vit í áttatiárunum høvdu ov nógv flakavirkir. Støðan hevði verið munandi verri, um tey vóru færri. 

INKOMPETENT BANKALEIÐSLA 
Eitt er heilt givið & tað er, at høvdu vit í áttatiárunum havt eina dugnaliga bankaleiðslu, hevði fíggjarstøða Føroya í dag verið ein heilt onnur & munandi betur, fyri ikki at siga heilt góð. So hevði landið ongantíð verið komið út í tað ólukkuliga mýridíki, vit vassa í í dag & koma at vassa í nógv nógv ár framyvir. 

Í 1981 kom nýggjur stjóri í Føroya Banka, ein dani, sendur herupp av Den Danske Bank. Minni kompetentur maður hevur helst ongantíð sitið í stjórastóli í nøkrum banka í danska kongaríkinum. Eftir míni meting disponeraði ráðaríki maðurin uttan skil, fyrilitarleyst. Og nevndin tagdi & harvið samtykti. Tíverri førdi hesin danin tað stóra orðið innan bankasektorin her á landi. Hin bankin fylgdi eftir, eisini fyri at yvirliva, í spælinum í roulettini. 

Eg var grannskoðari í Føroya Banka frá 1970 til 1986 & kenni tí eitt sindur til viðurskiftini har tey árini. Beint áðrenn maðurin setti sínar pleyrar á føroyska jørð, hevði bankin havt 75 ára jubileum. Hann var tá solidur, sum mann tekur til, sum Bank of England. Øllum tí, sum var samlað saman gjøgnum fjórðingsøldina & harafturat nógvar ferðir tað, Skrivligar frágreiðingar 181 beindi stjórin fyri eftir relativt stuttari tíð. Eg og aðrir í bankanum fingu rættiliga skjótt eyguni upp fyri, at maðurin var hættisligur. At hann var tað, kenna & føla allir føroyingar í dag. 

Menn frá grannskoðaradeildini hjá Den Danske Bank komu herupp, væl mannaðir, fleiri ferðir um árið. Seinastu ferðina, í november, var stjórin í grannskoðaradeildini (revisiónschefurin) altíð við. Tað hevur verið annahvørt í 1984 ella 1985, helst seinra árið, at vit komu at verða einsamallir saman. Eg kundi ikki lata vera at siga grannskoðarastjóranum, at eg fryktaði fyri, at bankastjórin kundi koma at kollsigla bankan. Tað kundi hann siga leiðsluni í Keypmannahavn. Maðurin segði onki & bar nokk heldur ikki boðini. Eg legði afturat, at eg helt tað vera óheppið & vandamikið, at bankastjórin sjálvur hevði allan myndugleikan at velja nevndina. Hon kom at verða í lummanum hjá honum. Tað vísti seg eisini, at stjórin ótarnaður kundi, sum landsstýrismaðurin segði, spæla hund. 

Ringt var, at politikararnir í Landsstýri & Løgtingi ikki dugdu sær hógv. Nógvar ferðir verri var, at bankaleiðslurnar heldur ikki ella uppaftur minni dugdu sær hógv. Ongin íløga innan vinnulívið kann fremjast, um peningastovnur ikki tekur undir. Siga peningastovnarnir nei, er eitt alment veðhald vert null krónur. Snýr tað seg um skip, skal bankin hava játtað útgerðarlán, áðrenn farast kann undir at byggja. Somuleiðis við virki á landi, flakavirki ella øðrum virki. 

Hevur peningastovnur ikki játtað rakstrarlán, er nyttuleyst at fara undir íløguna. Tað sigur mær so mikið, at høvdu bankarnir ikki disponerað so vitleyst, hevði ikki verið neyðugt hjá tí almenna at bjarga bankasektorinum við 2,5 milliardum. Almenna skuldin hevði verið at liva við. Bremsan, sum skuldi vera, bankarnir, virkaði ikki. Tí fór alt á bláman. 

SPURNINGARNIR Á SÍÐU 2 Tit skriva: Um svarið er játtandi, verða tygum biðin um at greiða frá orsøkunum til, at skeivleikar eru gjørdir, herundir um talan er um: 1. ófullfíggjað lógarverk 2. tørvandi samskipan 3. vantandi fyrisitingarligir førleikar 4. menniskjalig mistøk 5. vantandi arbeiðsmegi Víðari stendur: Umframt eina frágreiðing sum heild, er nevndin áhugað í, at tygum vísa dømir, sum gjøllari kunnu lýsa svar tygara. 

Um teir fimm spurningarnar má generelt sigast, at teir eru ikki serliga koncisir & síðuna alla, hon er rættiliga fløkjaslig. Men roynt skal verða at svara, har svarast kann. Til 1. Eru ikki øll lógarverk meira & minni ófullfíggjað? Annars má svarið verða, at lógarverkið, sum buldrubassarnir stýrdu undir, var nøkurlunda eins fullfíggjað ella ófullfíggjað & tað, skilagóðu politikar- 182 FRÁGREIÐING UM 80-ÁRINI arnir undan syndarfallinum vóru undirgivnir. 

Men tað nyttar onki við lógarverki, líka mikið hvussu tað er skrúvað saman, um tað við vilja verður brotið hvørja ferð tað passar valdsharrunum, hvørja ferð tað er í vegin fyri teirra ætlanum. Til 2. Samskipan av hvørjum reglum? Spurningurin hongur í leysari lyft. Til 3. Úrslitini tala týðiliga fyri, at so var. Bæði hjá embætismonnunum & ikki minni hjá politikarunum. Til 4. Hetta er fjákutur spurningur. Hvat kunnu mistøk vera annað enn menniskjanslig? Detta úr luftini, reka uppá sandin ella vaxa uppúr eplaveltini? Til 5. Kvantitativt NEI, kvalitativt JA. Hevði síðan 1963 til fyrst í nítiárunum eitt sindur av sambandi við umsitingina í Tinganesi. Mín fatan var, at teir dugnaligu akademikararnir sjáldan ella onga tíð støðað- ust har úti. 

Tað vánaliga fólkið, tey minst kompetentu, vórðu hangandi. Eg skilti teir, sum rímdu, so væl, tí nógvir av landsstýrismonnunum hava verið, & eru, so ótolandi eginrádigir. Ikki so fáir hava heldur ikki verið up to standard intelektuelt. Undir slíkum umstøðum kann ein akademikari, sum nakar dugur er í, ikki trívast. So einfalt er tað! 

Tá eg nú um dagarnar var uppi í ídnaðargrunninum at fregnast eftir gerðabókum Búskaparráðsins var sagt mær, at landsgrannskoðarin var farin við teimum. Tær høvdu verið ein hjálp, meðan tilfarið, sum fylgdi við brævinum er irrelevant. Tí havi eg ikki kunnað gjørt annað enn halda meg til minnið. 

Tað kann hugsast, at mín frágreiðing ikki er nøktandi hjá nevndini. Tað fer so at verða harvið. Ikki so fá halda, at niðurstøðan er givin frammanundan & at nevndin tí ongantíð átti at verið sett & útreiðslurnar spardar. Menn halda, at tit fara ikki at døma ella skjóta upp at døma fyrrverandi ella núverandi kollegar, tí føroyskur politikkur er so gjøgnumsúrgaður av frímúrarí. Grein 19 í stýrisskipanarlógini er helst sett fyri at verja politikarar, um onkur skuldi snáva & framt lógarbrot. Sjálvandi áttu uttanveltaðir menn verið settir at kanna politiskar ónollir. DØMIR Eg skal nevna dømir um tað, tit kalla atfinningarsamar umsitingarligar/ & ella politiskar avgerðir. 

Fyrst tær umsitingarligu. Dømi I. Eina ferð afturi í tíðini, í 1986/87, høvdu gøtumenn ætlanir um at byggja stórt og dýrt svartkjaftavirki. Sum hjáløgdu skjøl vísa, bardist táverandi fiskivinnustjóri sum úlvur á skóg fyri at fáa virkið bygt, sí skjal 1. Eisini eru viðløgd avrit av tveimum ummælum frá Búskaparráðnum, tað fyrra dagf. 4/2/87, hitt 1/6/87, skjøl 2 & 3. Leggjast kann afturat, at stjórin eisini var aktivur á annan hátt. Hann kallaði okkum í Búskaparráðnum til fundar tríggjar ferðir. Tað fyrstu 31/10 1986, aftur 6/1 & 29/ 4 1987. 

Seinasta ferðin var aftaná, vit høvdu latið Landsstýrinum fyrra Skrivligar frágreiðingar 183 ummælið. Endamálið við øllum fundunum var at fáa okkum at taka undir við ætlanini. Dyllan í Kollafirði varð bygd frammanundan, eisini til svartkjaftaúrdráttir. Hon var ætlað at kosta 16 mill., men kom at kosta út við 45. Hvussu gekst Dylluvirkinum, vita vit. Gøtuvirkið skuldi kosta 70/80 mill. Hevði tað verið bygt, var kostnaðurin uttan iva komin uppá einar 150 mill. ella meira. 

Her sluppu vit landinum & føroyskum stovnum undan tapi uppá nógvar tíggjutals milliónir. Dømi II. 5. maj 1986 ringdi skrivarin hjá Fíggjarnevndini & bað meg koma til fund dagin eftir. Eg skuldi koma einsamallur, legði hann afturat. Um fundarevnið fekk eg bert at vita, at vit skuldu tosa um skipabygging ‘ her var lítil tíð at umráða seg. Fyri ikki at koma tómhentur, royndi eg at festa á blað nakrar generellar metingar um skipatørvin innan teir ymisku skipabólkarnar. 

Tað notatið leggi eg ikki við, tí tað kann ikki hava áhuga her. Men eg leggi við avrit av notati frá fiskivinnustjóranum & sum var latið mær, tá eg kom á fundin, skjal 4. Eisini avrit av mínum brævi til Fíggjarnevndina dagfest 9. maj & addendum dagf. 15. maj, skjal 5. Síðan nøkur dømir um atfinningarsamar politiskar avgerðir 1) Havi nevnt lógina um landskassaveðhald til bygging av fiskiskipum. Minnist meg rætt, var heimildin avmarkað til 50 mill. 

Eg havi skilt, at lógin varð brotin í longri tíð í áttatiárunum. 2) Lógin kravdi, at hann, sum læt fiskiskip byggja, skuldi hava ein eginpening, sum ikki var undir 10% av byggikostnaðinum. Teir mundu vera fáir, um nakar, sum uppfylti hetta kravið fult. Og Landsstýrið visti um hetta, hevur rætturin staðfest. Ein vanligur máti at skava saman eitt sindur av „eginpeningi“ var, at skipasmiðjan, motorleverandørurin ella teir, sum lótu tólini, fluttu pening á konto hjá kontrahentinum, returkommissión. 

Minnist mann siga frá, at hann hevði ferðast í flogfari saman við tveimum, garpum, sum høvdu skip undir bygging. Annar fortaldi, at hann hevði fingið 2,5 mill. frá motorleverandørinum, meðan hin á ferðini hevði bjargað sær 750.000 frá felagnum, sum skuldi lata elektronisku útgerðina. 3) Sambært upprunaligu lógina um kreppulán skuldu tey bert latast skipum, sum aftaná hjálpina kundu væntast at bera seg. Hetta sjálvsagda kravið man neyvan nakra tíð hava verið yvirhildið. 

Heldur ikki í teimum førum, Búskaparráðið úttalaði, at hjálp bert vildi verða oyðsl við almennum midlum. Neyvan nakrar, sum søkti, fekk avslag. Aftur eitt slag av sjálvtøkuborði. 4) Tað hevur verið eina ferð í seinru helvt av áttatiárunum, at lóg um upphøggingarstuðul kom í gildi. Hon var eins skjøtisleyst umsitin & kreppulógin & hinar báðar nevndu. Meðan eg sat & skrivaði hetta, 184 FRÁGREIÐING UM 80-ÁRINI kom mær í hug úttalilsi frá fiskivinnustjóranum, tá onkur fanst at, at skip, sum í nógv Harrans ár hevði ligið á havsins botni, fekk upphøggingarstuðul. Svarið var, at rotna dangan kundi verða tikin uppaftur! 

Endamálið við lógini var at minka um aktiva fiskiflotan & harvið linka veiðutrýstið. Eg nevndi eina ferð í einum notati annaðhvørt til Fíggjarnevndina ella Det Rådgivende Udvalg, at tær út við 100 mill., sum til tá vóru latnar í stuðuli, lítið ella onki høvdu minkað um trýstið á fiskastovnarnar. So gott sum allur stuðulin var latin skipum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki vóru í vinnu. Undarligt at hugsa sær, at skip, sum fekk 1,9 mill. í upphøggingarstuðli, í dag er aftur til fiskiskap. 5) Okkurt kallaðist serlóg ella okkurt tílíkt. Hvussu hon varð umsitin, veit eg ikki. Kanska líka liberalt, sum hinar her nevndu. 

Tey nevndu dømini eru sjálvandi bert the „tip of an iceberg“. Skuldi ein farið út í æsir, hevði tað verið stórarbeiði bara at festa á pappírið tað, sum tit nevna atfinningarsamar avgerðir. DØMIR Fari at enda hesi fáu orðini við at spyrja, hvussu hava politikararnir í nítíárunum & serliga tit í dag aktivu, skikkað tykkum. Svarið má verða, ikki eitt vet betur. Muran, hugburðurin ella hvat ein vil kalla tað er ikki petti betur enn hjá teimum, sum sótu við stýrisvølin í áttatiárunum. Annarleiðis kann tað væl heldur ikki vera, tí rættiliga stórur partur av tykkum, sum í dag manna politiska leikpallin, eru tey, sum sótu á tingið & í Landsstýri eisini tá. Teir nýggju, teir sum komu uppí aktivan politikk fyri góðum trimum árum síðani, vórðu rættiliga skjótt búkaðir uppá pláss av teimum eldru í fakinum, veteranunum. 

Sjálvt stóri „reformator“ fór sum flongdur hundur, við halanum millum beinini. Ongin stiril, vælsignað! At gongdin í nítiárunum hevur verið øðrvísi, er fyrst & fremst tí, at síðan kreppuárið 1992 hava midlarnir at oyðsla ikki verið tilsteðar. Og harafturat tí, at danska tjóðrið hevur hildið tykkum so rimmarfast. Treyðugt so, onkuntíð er okkurt loophole komið í ljósmála, & tað hevur verðið gripið við báðum hondum. 

Eitt dømi er, at rækjuflotin í vár fekk eftirgivið heilar 114 mill. av skuld til landskassan. Og landskassin slepti milliónunum, sjálvt um onkur skilamaður innan rækjuflotan mótmælti. Annað dømi er, at fyri stuttum fekk ídnaðarflotin játtað einar 20 mill. bert fyri ikki at fiska undir Føroyum. Allur tann flotin varð bygdur, umbygdur ella keyptur til at veiða í Norðsjónum!! Og so hann sjálvur NÓLSOYAR PÁLL. 

Her kunnu politikararnir í Tinganesi & serliga tann eini reypa av kleyvarskapi í heimsklassa. Tað snýr seg tó ikki bert um kleyvarskap, men eftir míni meting í stóran Skrivligar frágreiðingar 185 mun eisini um manglandi moral. Embætismaðurin, sum onga heimild hevði, fekk boð um at pakka sekkin. Landsstýrismaðurin, sum hevði heimild, sum hevði avgerðina, sum konfirmeraði handilin, hann situr framvegis líka fattur í Tinganesi. Slíkt er til stóran skaða fyri moralin í samfelagnum! Hesi dømini & annað, ikki nevnt her, er í besta áttatiára style! (§19-nevndin hevur lisið hjáløgd skjøl, sum ikki eru tikin við her).
------

Vit koma seinni við tí partinum, tá Kjartan Hoydal, og Alfred Petersen, táverandi embætismenn í Tinganesi, royndi at turka ábyrgdina fyri skipagøluni uppá Kristoffur Thomassen. Hetta gjørdu teir við at lúgva fyri Hesselholt, kriminalpolitisti, sum kannar, og finnur prógv fyri lygnunum á síðu 143 og 144 í bókini um vittleysu áttatiárini, og skipagallskapin við ongum eginpeningi.

-------