Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fróðkostar

Yrking

Fróðkostar

Jól hava nissuljóð
øll so móð,
ja, longu í november
við fepur 
nú fróðkostarnir mangir
um landið fara brátt,
teir eru mangan strangir
um gildið gerst ov vátt.
Tá dagur aftur rísur,
so mangur maður físir:
Hví sat eg ei við hús,
høvdið er í knús’
Fara um dyrnar út
Ann og Knút;
frú Ann í galla-kjóla
frá Óla.
Og Knút í hvidt og kjole
í blonkum svartaskóm.
Tey koyra út við Pole,
sum arbeiðir hjá Fóm.
Hon Opel hevur pussa,
so Knút má hana mussa.
Men Lisa órar ilt.
- kvøldið tykist spilt.
Sessast í veitsluhøll
still sum trøll.
Men stuttar stundir ganga
so hanga
um hálsin hvør á øðrum
kollegar – kvinnur, menn.
Tey hava ástin fanga,
tað hoyrist tesk og flenn.
Á gólvi vals tey taka,
og gloyma heilt sín maka
- slíkt er eitt dreymaland,
gloymt er hjúnaband
Pole hon gjørdist full
lin sum ull,
fór út á øllum fýra
forstýra,
í bilin heim at koyra,
alt var so ljósareytt;
hon snaraði og vendi
tað gekk so sára væl.
Men vegur gerst ov trongur
hon gerst løgreglufongur,
tá hon í veggin brast
stoyturin tók fast.

Vakna á morgni tvey
næstan deyð.
Tey liggja bert og blunda
og grunda,
og snara sær á beði 
í ráðaloysi runt.
Hvat var av hasi gleði
tey høvdu droymt so um?
Ball-kjólin hann er skitin,
og klædningurin tvitin.
Frokost er nakað lort,
málar grimman skort.

J. S. Myllhamar