Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frummátturin sum sovnaði

”Í botn og grund tørvar okkum ikki argumentir,” skrivar Gunvør Balle í eini grein, sum stóð at lesa á Vágaportalinum seinasta fríggjadag.

Eg mátti lesa hetta fleiri ferðir. Kann tað veruliga passa, at tað finst føroyskir politikarar sum halda, at teirra sjónarmið eru so sjálvsøgd, at teimum ikki nýtist at argumentera? Hetta minnir ikki sørt um hugburðin hjá einaræðisharrum, sum í egnum hugaheimi eru hevjaðir langt uppum øll saklig argument hjá mótpartinum.

Yvirskriftin til greinina hjá Gunvør ber boð um, at hon og onnur tjóðveldisfólk hava okkurt slag av ósjónligum mátti, sum tað ikki nyttar mær og øðrum at argumentera ímóti. ”Tú fært ikki steðga einum frummátti, Helgi,” ljóða yvirskriftin. Gunvør Balle er altso somikið vís í tí sum hon sigur, at eg og onnur skulu ikki váða okkum at koma við argumentum, sum seta spurnartekin við tað.

Svarar ikki mótargumentum

Greinin skal eitast fyri at vera eitt aftursvar til eina grein, sum eg skrivaði í farnu viku, men heldur enn at viðgera ta greinina, skrivar Gunvør um alt annað. Men sjálvandi, eru argument óneyðug, so fær tað helst ikki verið øðrvísi. Eg loyvi mær tó at halda, at tá hon ikki svarar mínum argumentum, so ásannar hon innast inni, at tað sum eg segði í fyrru greinini var rætt.

• at hon ikki hevði grundarlag fyri pástandinum um at ríkisfelagsskapurin var orsøk til ES-boykottið móti Føroyum,

• at hennara pástandur um at ríkisfelagsskapurin var ein forðan fyri semjuni um makrelin, var ógrundaður,

• og at pástandurin um at vit fóru at vera boykottað av Russlandi orsaka av ríkisfelagsskapinum helt ikki.

Kennir ikki søguna

Greinin hjá Gunvør avdúkar eisini, at hon hevur fylgt sera illa við søguligu gongdini, sum er orsøk til ta stýrisskipanarligu støðuna, sum vit eru í. Millum annað spyr hon meg, um eg ynski, at Føroyar skulu lata tey yvirtiknu málsøkini frá sær aftur. Tað er heilt týðiligt, at Gunvør heldur, at Tjóðveldi hevur yvirtikið nógv málsøki, meðan Sambandsflokkurin einki hevur yvirtikið. Men veruleikin er, at størstu yvirtøkurnar vórðu framdar í 1948, tá heimastýrislógin varð sett í gildi.

Sambandsflokkurin var við til at gera tær yvirtøkurnar, men tað var Tjóðveldi ikki.

Nakrar stórar yvirtøkur vórðu eisini gjørdar í sjeytiárunum, men síðani er lítið hent á tí økinum. Sjálvt fullveldislandsstýrið yvirtók nætan einki, men formaliseraði bara nakrar av yvirtøkunum, sum longu vóru gjørdar í sjeytiárunum. Ja tað er ikki ov nógv sagt, at ”frummátturin” í Tjóðveldisflokkinum sovnaði burtur fyri nógvum árum síðani. Flestu stóru ”frambrotini”, sum tey áhaldandi plaga at vísa á, eru umleið 40 ára gomul ella eldri. (Gunvør nevnir millum annað málstríðið og flaggstríðið, sum endaðu fyri meira enn 70 árum síðani – áðrenn Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður). Hví hoyra vit so lítið um ”frambrot” í nýggjari tíð?

Onkur hampuliga stór yvirtøka er tó gjørd seinastu 20 árini. Eg hugsi til dømis um fólkakirkjuna, men henni stóðu Jógvan á Lakjuni og Fólkaflokkurin fyri, meðan Tjóðveldi var í andstøðu.

Viðfáningur valdast

Eitt av evnunum, sum Gunnvør tekur fram í eini roynd at káva útyvir míni argument er blokkstuðulin. Hon sigur at hann er bara ein ”viðfáningur”.

Nú er tað sjálvandi eitt sindur ymiskt, hvussu nógvar pengar fólk eru von at hava, og tí hevur orðið ”viðfáningur” helst ikki sama týdning hjá øllum, men lat meg taka eitt dømi, fyri at vísa hvussu stórur hesin ”viðfáningurin” er:

Samlaða ríkisveitingin sum Føroyar fáa úr Danmark hevur eitt virði, sum svarar til umleið eina milliard um árið. So lat okkum ímynda okkum eitt arbeiðspláss, har 50 fólk arbeiða. Um vit siga, at lønin sum hesi fólkini fáa er 200.000 krónur um árið í part, so skulu hesi 50 fólkini arbeiða í 100 ár, áðrenn samlaða lønin hjá teimum kemur uppá eina heila milliard. So stórt virðið hevur hesin ”viðfáningurin”, sum landskassin fær á hvørjum ári, so tað er ikki løgið, at Tjóðveldi ongantíð hevur megnað at gjørt eitt fíggjarlógaruppskot, har ríkisveitingin ikki stóð á inntøkusíðuni.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður