Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FRÚUTRØÐ: EIN SLÓÐBRÓTANDI VERKÆTLAN

- Hetta er ein slóðbrótandi verkætlan. Kommunan hevur funnið fram til ein privatan leist, har privat fara at eiga íbúðirnar á Frúutrøð og standa fyri inn- og útleigan, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Seinastu árini hevur eftirspurningurin eftir at búgva í Tórshavnar kommunu verið nógv størri enn útboðið av bústøðum. Tí hevur kommunan í seinastuni arbeitt miðvíst við at finna loysnir, sum kunnu fáa enn fleiri at búseta seg í Tórshavnar kommunu.

Íbúðarverkætlanin á Frúutrøð er eitt stórt og týðandi stig, sum kemur væl við hjá teimum mongu, sum sóknast eftir bústaði í høvuðsstaðnum. 

- Íbúðirnar á Frúutrøð verða bygdar. Hetta er ein góð verkætlan, og hetta er eitt slóðbrótandi mál, sum útvegar Havnini fleiri bústaðir. Tørvurin er ovurstórur. Tí vilja vit eisini, at henda verkætlanin á Frúutrøð verður eitt fordømi fyri aðrar slíkar verkætlanir. Tí tað er eingin ivi um, at hetta er bara tann fyrsta av fleiri verkætlanum, sum skulu fjøltátta bústaðarmynstrið í Tórshavnar kommunu, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Einki teknað enn
Enn er eingin tekning teknað, men arbeitt verður miðvíst við málinum. Tórshavnar kommuna vil hava eitt gott og opið orðaskifti um nýggju privatu íbúðirnar, sum verða bygdar. Liður í hesum er, at kommunan lurtar eftir pørtunum, sum hava áhuga í málinum. 

- Vit hava sett okkum fyri at gera bústaðarútboðið liðiligari. Møguleikarnir skulu verða fleiri. Bæði til eldri og sanniliga eisini til ung fólk, sum flyta heim, og sum við Frúutrøð fáa ein spennandi møguleika aftrat í at velja, sigur Annika Olsen.

Byggja ikki hægri
Nýggju íbúðirnar til fólk í Havn fara ikki hægri upp enn verandi bygningur, sum í dag stendur á Frúutrøð. Tað er vist, men enn er so eingin tekning gjørd, sum vísir, hvussu økið fer at síggja út. Nú verður lurtað eftir øllum, sum hava einhvønn áhuga í hesi verkætlanini, og so verður arbeitt víðari við málinum.

Fleiri parkeringspláss
Tá ið íbúðirnar eru bygdar, verða møguleikarnir fyri parkering eisini umskipaðir. Nýggj parkeringspláss verða útvegað fyri verandi 40 parkeringspláss. Eftir ætlan koma væl fleiri enn 40 parkeringspláss at verða í økinum í staðin fyri tey, sum í dag eru á Frúutrøð.

Nú íbúðir verða bygdar á Frúutrøð, verður samstundis gjørd ein ætlan fyri ferðslutrygdina, sum borgarar í økini eisini hava víst á. 

Málið um íbúðirnar á Frúutrøð kemur fyri á býráðsfundi í kvøld kl.18. Fundurin verður stroymdur HER: https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=213