Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frúutrøð - hetta er ikki rætt at gera

Tað er ikki ókent, at við tí ferðslutrýsti, sum er á Tórshavnar miðbý, so veksur tørvurin á parkingsplássum og skipaðum viðurskiftum í ferðsluni til og frá Havnini, umframt tørvurin á at skapa fleiri parkeringspláss. Til tess at nøkta henda tørvin hevur í nógv verið arbeitt við ætlanum at skapa betri parkeringsviðurskifti á teimum avmarkaðu økjum, sum eru eftir. 

Í býnum eru fleiri støð og øki, sum eru ógvuliga viðbrekin, tá talan er um at fremja størri og smærri broytingar - kann órógva nógv verandi nærumhvørvi ella nógv í verandi umhvørvi fáa tað verri.

Borgararnir rundum um Frúutrøð taka ikki undir við fyriliggjandi byggiætlan hjá býráðssamgonguni, um at byggja 50 íbúðir í trimum hæddum á økinum, har Musikkskúlin og læknaviðtalan eru.

Og er hetta nú tað rætta at fara í holt við av einari byggiætlan. Tað eru onnur øki, sum eru betri egnaði og sum ikki órógva grannalagið, so nógv sum hetta ger.

Øllum kunnugt, so hava vit stóran tørv á parkeringsplássum í býnum. Men við hesari ætlan rúka øll parkeringsplássini í hesum økinum.

Býurin hevur brúk fyri hesum økinum til parkeringspláss, soleiðis sum tað liggur í dag til virksemi og arbeiðspláss, sum eru í økinum.

Eg taki ikki undir við fyriliggjandi uppskoti, og eg eri av tí áskoðan, at vit hava brúk fyri hesum økinum sum tað liggur í dag til parkering, m.a. til tey nógvu stóru arbeiðsplássini í økinum.

Tað sær út til, at parkeringsplássini minka í hvørjum fyri hvønn dag, sum gongur. Tí er neyðugt við einari heildarætlan fyri alla Havnina, hvat parkering viðvíkur - tørvurin á slíkari ætlan og útbyggingum gerast bara størri nú Eysturoyartunnilin verður opin fyri ferðslu longu í 2020.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu