Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fúl rokning

Gamlar Perlur: Formaðurin í Bóndafelagnum, Bjørn Patursson, var skelkaður tá hann frætti um uppskotið, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, hevði lagt í løgtingið. Felagið bað um alment innlit. Tað einasta felagið fekk av týdningi, var ein rokning frá Bjørn á Heygum. Og hon var stór...

Oyggjatíðindi 3. september 2008:

Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelagnum, var, eins og hinir limirnir í felagnum, skelkaður av, at landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, vildi forða fyri, at jørðin bleiv privatiserað soleiðis, at tey, sum røkja jarðarbrúk í Føroyum, kunnu fáa kompensatión fyri hart arbeiði, sum í fleiri førum gongur ígjøgnum fleiri ættarlið. Tað er avmarkað orka, sum eitt felag, sum Bóndafelagið hevur, men felagið bað um alment innlit í skjøl, fyri at fáa lýst og greinað ta tilfar, landsstýrismaðurin, bygdi sítt nýggja lógaruppskot á, sum fullkomiliga sparkar beinini undan føroysku festunum.

Synd at siga, at bóndafelagið gjørdist klókari av at hava fingið alment innlit í málið.

Umframt journalir frá 1-24, var tað mest áhugaverda skjalið, ein rokning frá vinmanninum og advokatinum hjá Tórbjørn Jacobsen, Bjørn á Heygum.

Rokningin ljóðar uppá kr. 22.000,00.

Hvat advokaturin hevði ráðgivið landsstýrismannin um, sást ongastaðnar, og umsitingin hjá landsstýrismanninum í tilfeingi og fiskivinnu, vildi ikki útflýggja fleiri skjøl.

Umberingin var, at hetta vóru skjøl, sum bara vóru roknaði, sum innanhýsis skjøl. Eftir hvat skilst, hevur Bóndafelagið sett seg í samband við Umboðsmannin, sum skal hava sagt felagnum, at landsstýrið skuldu útflýggja alt relevant tilfar í málinum. Bjørn Patursson, váttar, at felagið bara fekk innlit í journalir frá 1-24, og so rokningina frá Bjørn á Heygum.

Men hann sigur eisini, at felagið als ikki fær eina lýsing av málinum, sum rættvísger, at lógin skal broytast so radikalt, sum landsstýrismaðurin hevur lagt upp til.

Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelagnum:

Landsstýrismaðurin má hava okkurt álvarsligt í hyggju og vita um ting sum bert fá vita um. Hann sigur sjálvur at tað eru fólk frá miðfyristingini sum hava víst honum á spekulasjónsvandar við festiskipanini. Landsstýrismaðurin hevur arbeitt í loyndum og tað eru bert heilt fáir persónar sum hava vita naka sum helst um hetta arbeiðið ið byrjaði fyrst í juni í ár. Landsstýrismaðurin hevur tó ikki nakran skikkaðan advokat tí sambært sakini hevur hann verið noyddur at keypa sær uttanhýsis advokathjálp frá Sp/f Bjørn á Heygum ið hevur skriva lógaruppskotið. Eg sum helt at almenna fyrisitingin hevði juristar til slíkt.

- Hendan dagin 13. august 2008 mistu bankar trygdir og festibóndur mótið. Møguliga kann landsstýrismaðurin sissa fólk um hann kemur út úr skápinum og greiður fólki frá hvør ætlanin er við einum slíkum sniðálopi sum hetta má sigast at vera, sigur formaðurin.

Bjørn Patursson, undrast eisini yvir, at landsstýrismaðurin hevur arbeitt í loyndum og tað eru bert heilt fáir persónar sum hava vita nakað sum helst um hetta arbeiði, ið byrjaði fyrst í juni í ár. Landsstýrismaðurin hevur tó ikki nakran skikkaðan advokat tí sambært sakini hevur hann verið noyddur at keypa sær uttanhýsis advokathjálp frá Sp/f Bjørn á Heygum ið hevur skriva lógaruppskotið.

Hvat landsstýrismaðurin spesifikt hevur goldið advokatinum fyri, framgongur ikki av nøkrum skjali, staðfestir Bóndafelagið eisini.