Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fullkomið frælsi

Góðu tit, orð Guds í evangeliinum, er ein eyðsýnd mótsøgn í mun til falnu taknagongd teirra, sum Jesus møtti - andlit til andlits í holdinum. Støðan í dag, er grundleggjandi hin sama, tí náttúruligi tankagangur okkara, er tíverri spiltur frá tí náttúruligu føðingini.

Sostatt, hava øll menniskju tørv á og rætt til, at fáa sannleikan um seg sjálvan at vita. Og boyggja vit okkum fyri Gudi í falnu náttúru okkara, gerst náðin virkin inn í falnu støðu okkara. Men hin persónliga trúgvin í hjartanum, at Kristus hevur vunnið tær eina fullkomna bjarging á Golgata - frelsir teg burturúr syndini. Tí er tað av trúgv, fyri at tað skal vera av náði og ikki av verkum. Tað vil siga, at verða fitt og góð í okkum sjálvum, røkkur ov stutt.

Syndin hevur fullkomiliga oyðilagt hendan heim. Men Gud elskar teg somikið nógv, at hann hevur stillað Son Sín, hin einborna, at verða tín persónliga “Gate” inn í himmalin. Tað er bert ein “Gate,” ið førir inn í flogfari. Á sama hátt, er Kristus einasta “Gate-in,” ið førir menniskju inn í ríki Guds. Alt hetta sera væl fyrireikaða tiltakið, er tilrættarlagt fyri hvønn tann, ið trýr á Son Guds, ikki skal fortapast, men ganga fríur ígjøgnum Kristus, ið førir teg inn til eitt ævigt lív. Eina undurfulla tilveru í himlinum saman við Gudi, Kristusi, Heilaga Andanum, einglunum og náðisystkjum tínum.

Syndin er einasta orsøkin til, at allur heimurin liggur í skeljasori. Ríki Guds hevur ikki rúm fyri synd og tískil heldur einki rúm fyri syndarum. Men, sonn trúgv á Kristus opnar hurð himmiríkisins fyri tær, tí hin livandi trúgvin á Hann føðir teg av nýggjum omanfrá og skapar teg umaftur í mynd Guds. Tá roknar Gud teg, at verða syndafrían, tí hin himmalska endurføðingin er guddómlig og syndafrí -  hóast vit enn eru í einum syndigum likami. Men likami brúka frelst fólk at tæna Harranum við. Um tað øvugta er meginreglan, tá er okkurt spinnandi gali.

Eftir at Jesus hevði vitna um seg sjálvan fyri jødunum og enntá sagt teimum hvaðani hann kemur kunngjørdi Hann teimum fylgjandi:

"Tit skulu doyggja í syndum tykkara"; tí trúgva tit ikki, at tað eri Eg, skulu tit doyggja í syndum tykkara." (Joh. 8, 24).

Áhoyrararnir trúðu ikki vitnisburði Jesusar um seg sjálvan og tey noktaðu at trúgva, at Hann er keldan til lívið og upprunin til alt, sum til er. Náttúruliga vantrúgv okkara hevur eina innibygda noktan, ið ikki vil trúgva á Jesus, at Hann kom úr ríki Guds, at frelsa teg. Men brúkar tú fría vilja tín, at velja skeivt - eftir at tú ert upplýstur um tað, ið rætt er, so verður endin tann, at tú verður tvingaður ígjøgnum aðra “Gate,” ið førir til helvitis.

Góði, Bíblia okkara lærir, at øll sum ikki hava tikið ímóti Jesusi við trúgv eru trælir syndarinnar. Og mong eru tey, sum siga seg trúgva, men lív teirra prógvar, at hesi slett ikki eru børn Guds, men trælir syndarinnar. Trælir høvdu eingi rættindi, ongan status og einki at siga á døgum Jesusar. Hetta er í roynd og veru andaliga støðan hjá einum vantrúgvandi. Hann er trælur syndarinnar. Og tað mest álvarsama er hetta, at trælir, nær sum helst kunnu verða førdir til ein nógv, nógv verri endastað - um trælirnir ikki verða frælsir.

Minst til, at Jesus er sanniliga eisini loysnari tín og tískil mentur, at bróta syndaleinkjur tínar. Men avgerðin liggur hjá tær, at loyva Honum framat í lívi tínum, at fría teg til fulnar. Fær Jesus gjørt teg frían, verður tú av sonnum fríur, lovar Hann. At gerast fríur kann ikki lýsast út í æsir við orðum einans. Ein má royna vilja Guds, tað vil siga, at gerast fríur í Kristi Jesusi t.e., at verða andaliga føddur av nýggjum og hareftir uppliva, at verða loystur í fullkomna fríheit í andanum, sálini og likaminum.

Teoretiska definitiónin uppá ultimativu fríheit tína, gerst livandi veruleiki í gerandisdegi tínum, tá tú við hini livandi trúnni á Kristus verður krossfestur við Honum, og tá er tað ikki longur tú, sum livir; nei, Kristus livir í tær, og lívið, sum tú tá livir í holdinum, livir tú í trúnni á Son Guds, sum elskaði teg og gav Seg sjálvan fyri teg. (Gal. 2, 20).

Amen og eitt stórt halleluja fyri Kristusi, loysnara okkara!

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig