Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fullur av hevndarhuga og hatri !

Góða mamma tað var ikki eg

dreingirnir teir fyrdu meg

fyrdu meg í díkið

flentu so í díkið

Hevði ikki ætlað at longt um tjakið, men nú hatri og runublakanin hjá Gerard Lognberg í móti formanni Javnaðarflokksins og flokksumboðunum áhaldandi verða viðgjørd. sum" einasti sannleikin" so kann eg ikki bara mær við at koma við nøkrum viðmerkingum.

Omanfyristandandi barnarím hóskar so sera væl til Gerard Lognberg. Hetta at spæla offurrolluna, í staðin fyri at taka í egnan barm. Tað sæst á øllum brøgdum, at hansara hjarta ongantíð hevur havt tað minsta við Javnaðarpolitik at gera. Og ein kann siga, at spottarin kann koma í spottarans stað, nú hann av øllum alvi roynur at karaktermyrða sín fyrrverandi formann, eins og tann flokk, sum hann bæði politiskt og fíggjarliga hevur notið gott av.

Og at hann skal tora at taka patent uppá at vera verji verkamannia og kvinnun, meðan " hini " í flokkinum bara tosa ..... Tað vísur fyri tað fyrsta hvussu lítil virðingin er fyri hansara partamonnum.Harnæst vísur tað eisini hvussu lítlan virðing hann hevur fyri tí vanliga manninum. Tað var ikki gott nokk hjá hesum manni at fáa út í móti 40.000 krónur um mánaðan + " koyripeningin ". Nei, ístaðin fyri at lata annan taka yvur borgarstjórasessin, so er mammon í honum so sterkur, at afturat løgtingslønini, so metir hann seg verða føddan borgastjóra. Men hvør veit, kanska hevur hann latið borgarstjóralænina til vælgerðandi endamál.

Jú hann kann gott reypa av, at hann er farin tíðliga til skips at tjena pengar, og hvussu trongum korum hann livdi undir. Tað eru tað mangir undan honum sum hava roynt tað, uttan at fara út í fjølmiðlarnar at profilera seg politiskt. Sjálvur stóð undirritaði faðir og móðurleysur bert 11 ára gamal, og tað var ikki altíð so hugaligt. Hann kann eisini reypa sær alment um hvussu nógvar atkvøður hann fekk til seinasta val. Eisini kann hann almennt koma við ósannindum um, at javnaðarflokkurin verður styrdur av nøkrum fáum, og at alt er gingið fyri seg aftanfyri stongdar dyr.

Hann kann eisini koma við ósannindum um, at formaður flokksins ikki hevur vilja tosa við seg. Gamalt var at vargur antin stoytur seg oman, ella er einki annað til at taka, enn at skjóta hann. Gerard Lognberg hevur sum tann konfliktsøkjandi persónur hann er, sjálvur stoytt seg út úr Javnaðarflokkinum.

Men honum líkt, so hevur hann tikið patent uppá sannleikan, so alt sum formaður Javnaðarflokksins og flokksleiðslulimir gera, tað er óreint og illgrunasamt. Ja, sambært Gerhard Lognberg, so fer øll teirra viðurskifti handan læstar dyr. Jú sanniliga, um hesin maður ikki treingir til sjálvrannsakan, so veit eg ikki.

Meðan formaður flokksins siðuliga hevur greitt frá hvussu fram er farið, at 8 út av 9 limafeløgum hava samtykt at koyra henda konfliktsøkjandi persónin úr flokkinum, so bera persónligu runubløkini hjá honum meira og meira brá av hatri,móti formanninum og Javnaðarflokkinum. Hann vil gera alt sum stendur í hansara makt fyri at knúsa tann flokk, sum hann fyrr sagt bæði politiskt og fíggjarliga hevur notið gott av.

So lítið politiskt vagg er í honum, og so æruleysur er hann, at hann longu nú alment greiður frá, at hann væntar ikki at hann verður verandi uttanflokkatingmaður leingi. Tað vil við orðum siga, at longu nú er hansara løgtingssessur til sølu, enn einaferð skuildi eg sagt. Tá var tað meira virðiligt sum Janus Rein gjørdi, nevnliga at hann konstruktivt arbeiddi eitt ár, áðrenn hann fór í annan flokk.

Men hvat, við hvørt fær mammon fastatøkur á einum. Serliga tá ein er borin til einar tríggjar til fýra arbeiðaralønir árliga, sum tann vanligi arbeiðsmaðurin og kvinnan gjøgnum gjøgnum skattin skulu gjalda honum. Men sambært honum so skuldu listafólkini ikki fáa eitt oyra, fyri at sita á reyvuni og einki gera. So meðan hann liggur flatur í luftini, og roynur at arbeiða fyri sína harttjentu løn, sita listafólkini bara og fjast við okkurt hissini.

Eingin sum helst ivi er um, at við Aksel V. Johannesn hevur Javnaðarflokkurin fingið ein formann ið hevur allar tær politisku dygdir í av krevjast av einum formanni fyri ein flokk sum hevur mynda politiska spektrumi seinastu hálvu øldina.

Fyri tað fyrsta so er hann úr góðum politiskum bergi brotin, dámligur semjusøkjandi, ið ber boð um ein gløggan politikkara. Hinvegin so hevur hann gjørt púra greitt, at tá i Javnaðarflokkuri bjóðar seg fram til at gerast stjórnarberandi, mega veljarar og samstarvspartar kunna líta á flokkin, og tey mandat ið flokkurin bjóðar seg fram við.

Hevði Gerard Lognbeg fingið durafjórðingin í 2008, tá hann tók seg úr CHE samgonguni, so hevði Aksel V. Johannesen í hesum døgum ikki sitið eftir við apuni, sum tikið verður til.

Tí kravdi tað politiska styrki at taka tað støðu, sum flest allir javnaðarveljarir hava bíða eftir. Nevnliga at skapa fortreytir fyri stabiliteti í flokkinum. Og er tað veruliga so at onnur løgtingsumboð halda sína tign standa omanfyri flokkin, so eiga tey eisini at taka avleiðingarnar av tí.

Frank Davidsen