Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fullveldisskjølini viðgerast av nýggjum

FULLVELDISSKJØLINI: Løgmaður fer at taka støðu til, um meirinnlit skal veitast í fullveldisskjølini.

Løgmaður ætlar at viðgera fullveldisskjølini av nýggjum. Síðani tekur hann støðu til, um meirinnlit skal veitast í skjølini. Tað svarar hann millum annað Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, í einum skrivligum § 52 fyrispurningi um fullveldisskjølini. 

 “Eg fari nú at biðja um ummæli av nýggjum, serliga við støði í at upplýsingar úr fundarfrásøgnunum nú eru almannakunngjørdar í bók. Ætlanin er síðan at viðgera hendan principiella spurning um at veita meirinnlit enn einaferð,” svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Skjølini viðvíkjandi fullveldissamráðingunum um aldarskiftið eru enn ikki so gomul, at tey koma inn undir innlitsreglurnar í skjalasavnslóggávuni, men ganga eftir reglunum í innlitslógini.

“Løgmaður almannakunnger ikki gomul skjøl frá landsfyrisitingini eftir nakrari systematiskari skipan. Tað er ikki uttan so, at onkur spyr eftir skjølum, at leitað verður eftir teimum, vísir løgmaður millum annað á í svari sínum.

Lesið svar løgmans her: http://cdn.lms.fo/media/9178/img-206161545-0001.pdf