Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Til vildarlig mynd

FUNDARSAMTYKT LANDSFUNDUR 2013

Samfelagsbúskapur og búskaparpolitikkur

Arbeitt verður framhaldandi við, at hallið á fíggjarlógini skal fáast burtur í 2016 og harvið kann m.a. vøksturin í landsins skuld tálmast.

Landskassin eigur at útvega sær nýggjar og fleiri inntøkukeldur, við eitt nú til-feingisgjøldum frá fiski- og alivinnuni.

Vit eiga at kanna, hvussu vit kunnu útjavna skattabyrðuna.

Arbeitt verður fyri, at vinnan verður rikin eftir marknaðartreytum og uttan rakstrar-stuðul.

Fólkavøkstur

Sambandsflokkurin heldur, at fólkatal og fólkasamanseting í Føroyum hevur stóran týdning fyri menningina av okkara samfelag.

Fyri at skapa fólkavøkstur verður neyðugt at skapa vinnuligt virksemi, optimera verandi vinnur, skapa attraktiv arbeiðspláss, skipa fleiri útbúgvingar og førleika-menning av ymiskum slag, tryggja alternativar bústaðarmøguleikar og annars rað-festa mentan og trivna.

Vinnudrivin vøkstur

Ein vinnudrivin vøkstur skal skapa grundarlag fyri inntøkuskapan, framleiðslu-virksemi og fólkavøkstri.

Avtaka forðingar fyri flytføri av arbeiðsmegi millum londini.

Ríkisfelagsskapurin

Sambandsflokkurin heldur fram við at menna samstarvið í Ríkisfelagsskapinum og at brúka allar møguleikar í samstarvinum.

Føroyingar skulu alla tíðina arbeiða fram ímóti at styrkja um okkara uttanríkis-politiska pall soleiðis at okkara áhugamál framhaldandi verða røkt best møguligt – t.d. innan fiskiveiðusáttmálar og handilssáttmálar.

Londini í Ríkisfelagsskapinum hava avtalað at útgreina, hvat kann gerast fyri at betra samskifti og samstarv í felagskapinum.

Fiskivinnan

Sambandsflokkurin tekur undir við verkætlanini at nýskipa fiskivinnuna soleiðis, at henda kann gerast enn meira búskaparliga- og lívfrøðiliga burðardygg.

Sambandsflokkurin tekur ikki undir við, at latin verða rullandi brúksloyvi og óav-markaður ognar- og ræðisrættur til vinnuna. Sambandsflokkurin fer heldur ikki at góðtaka, at bankarnir fáa veð í veiðuloyvum – hetta svarar til eina avhandan av ognar- og ræðisrættinum til bankarnar.

Eisini krevur flokkurin, at allur fiskur, veiddur av føroyskum skipum, skal um føroyskan keikant. Somuleiðis skal alt fiskatilfeingi takast við til lands.

Sambandsflokkurin fer at seta av neyðuga tíð og orku til at koma við sínum politiska íkasti til verkætlanina at nýskipa fiskivinnuna – hesin partur av arbeiðinum er í gongd innanhýsis í flokkinum.

Almannamál

Sambandsflokkurin tekur undir við at seta i verk eina nýggja pensiónsskipan frá 1. januar 2014. Arbeiðast skal miðvíst við endurvenjing.

Heilsumál

Virksemið og funktiónirnar á sjúkrahúsunum eiga at samskipast betri til gagns fyri tann, sum hevur tørv á hjálp og viðgerð – seta borgarin í fokus.

Tíðin er farin frá, at vit steðga við at senda sjúklingar av landinum vegna vantandi játtan – tað kostar samfelagnum eyka at lata sjúk fólk bíða eftir viðgerð.

Útbúgving

Bygnaðarbroytingar verða framdar á fólkaskúlaøkinum fyri at effektivisera raksturin og menna fakliga umhvørvið í skúlunum.

Skipast skulu miðnámsútbúgvingar fyri ung við serligum avbjóðingum.

Tað hevur stóran týdning, at vit innan fólkaskúlan taka okkum betur av næmingum við serligum trupulleikum soleiðis at viðurskiftini gerast tryggari fyri øll tey, sum skulu liva og virka í felag innan skúlagátt.

Mentan

Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri mentafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum. Sett verður á stovn eitt lista- og mentanarráð, hvørs endamál er at tryggja fakliga ráðgeving og betri samskipan av nýtsluni av játtanum.

Samtykt á Landsfundi Sambandsfloksins

Fámjin 2013