Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fundur um fígging av eldraøkinum

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, bað í gjár um fund við umboð fyri Kommunufelagið. Fundurin, ið ætlanin er at halda skjótast gjørligt, fer at snúgva seg um fígging í sambandi við útleggingina av eldraøkinum. Annika Olsen, almannamálaráðharri, verður eisini við á fundinum.

Í sambandi við lógaruppskotini, sum í løtuni liggja í Løgtinginum, um at leggja heimatænastu, eldrarøkt v.m. til kommunurnar at umsita, hevur Fíggjarmálaráðið gjørt uppskot til ein fíggjarleist, har landskassin rindar kommununum pening í sambandi við raksturin av hesum uppgávum.

Sambært uppskotinum verður upphæddin, ið verður flutt kommununum, sett saman av skatti av pensjónsinngjøldum, einum parti av inntøkunum frá meirvirðisgjaldi og einari afturbering fyri mistar inntøkur vegna frádráttir í sambandi við ymiskar skattligar serskipanir (DIS, FAS, fiskimannafrádrátt og uttanlandsfrádrátt).

Enn er tó ikki semja um, hvussu stóra upphædd landskassin fer at flyta kommununum, tí ætlanin er at áseta hesa upphædd við støði í metta kostnaðinum fyri at reka økið í 2015. Endamálið við fundinum er at tosa nærri um, hvat kostnaðurin verður, og hvør upphæddin verður, ið samsvarandi skal flytast kommununum.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, vísir í hesum sambandi á, at upphæddin, ið landskassin fer at rinda kommununum, kemur at samsvara við kostnaðin, ið landið hevði havt, um tað sjálvt helt fram við at røkja hesar uppgávur.