Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Funnu ikki týdningarmesta skjalið

Týðandi skjøl í málinum avdúka, at um landsstýrið í 1993 hevði fylgt vanligari mannagond og viðgjørt N. Niclasen sum øll onnur feløg í somu støðu, so hevði landskassin fingið alla tollskuldina goldna.

Dan Klein, hevur skrivað:

Í november 1993 bjóðaðu Jørgen Niclasen og beiggjar hansara at rinda alla gomlu tollskuldina, umleið 600.000 kr, móti at fáa renturnar avskrivaðar.

Av einum innanhýsis notatið frá stjóranum á Gjaldsstovuni frá november 1993 framgongur, at mannagongdin øll árini frammanundan hevið verið tann, at feløg sum skyldaðu pening vegna tollkreditt altið fingu tilsøgn um striking av rentum.

P/f N Niclasen fekk ikki somu sømdir sum onnur. Landsstýrið tók gomlu tilsøgninga aftur og noktaði at ganga umsóknini á møti – við teirri avleiðing at landsstýrið misti peningin.

Eitt annað týðandi skjal í málinum, sum er dagfest 30. juni 1993, avdúkar, at tá Toll- og Skattstova Føroya skuldi melda málið til fútan, funnu tey onki skjal sum kundi prógva, at tollkreditturin var uppsagdur.

Tvey týðandi skjøl sum bæði Kringvarpið og Portalurin royna at dylja sum mansmorð, men sum Oyggjatíðindi skrivar um í dag í soljóðandi grein:

Í einum innanhýsis innlitsskjali hjá Toll- og Skattstovu Føroya, sæst, at tey fyrireika seg, at melda P/F N. Niclasen, og Jørgen fyri brot á tolllógina. Skjalið er dagfest 30.06. 1993. Í skjalinum verður starvsfólk hjá Toll og Skattstovu Føroya, biðið um at leggja fráboðanina til N. Niclasen um, at tollkreditturin verður uppsagdur, við meldinum, um viðkomandi kann finna eina slíka.

Men onki skjal er, sum vísir, at Niclasenfyritøkan hevur fingið boðini um, at tollkreditturin er strikaður.

Øll kenna tá tey skulu út at ferðast. Listi verður skrivaður, og so gjøgnumgingin. Tað sama tá farið verður til handils, so verður strikað fyri hvat er gjørt, og hvat ikki er gjørt.

Ein slíkan lista gjørdi Toll- og Skattstova Føroya, 30. juni 1993, tá meldið til fútan skuldi fyrireikast. Í skjalinum verður starvsfólk biðið um at lesa frágreiðingina til fútan í gjøgnum, og rætta um nakar feilur verður funnin.

Eisini skal eftirkannast um skjalanummereringin er í lagi. Hetta er eftirkanna og strikað er fyri, at hesi viðurskiftir eru komin uppá pláss.

Men starvsfólki verður eisini biðið um at fáa avrit av fráboðanini til N. Niclasen um at tollkreditturin verður uppsagdur, og leggja hetta, sum skjal nummar 1 í sakina.

Men her skrivar starvsfólki eitt minus yvirfyri.

Heldur ikki hjá Toll- og Skatt, finna tey skjal, sum vísir, at Niclasenfyritøkan hevur fingið hesa fráboðan, sum øll skugga-boxingin hjá Kringvarpinum hevur snúð seg um, og sum var gularótin fyri maratonrenningini hjá Jan Lamhauge, bæði á Argjum, og eisini í løgtinginum, har hann við skjali í hondini, sum er dagfest 20. Marts 1991, skal vera ein bumba, men sum tó bara vísir, at Jørgen Niclasen, biður Føroya Tollstovu um at bíða við at krevja bankatrygdina fyri tollin inn, tí málið er sent landsstýrinum til viðgerðar.

Jørgen Niclasen, kann, sum stjóri fyri fyritøkuni, vera hóttur, at betalir hann ikki, so verður tollkreditturin strikaður.

Men tað er týðuligt, at kreditturin er galdandi í marts 1991. Sambært fundarfrásøgn 5. September 1993, stendur eisini, at bankatrygdin uppá 100 túsund kr. skal beinanvegin krevjast inngoldin.

Og tí gevur skrivið frá Jørgen Niclasen, dagfest 20. Marts 1991, lítla meining, at hetza mannin við.

Í samband við áminningarlistan til fútan gongur tað annars væl, at fáa tingini avgreidd. Alt, sum biðið verður um, kann útvegast, uttan bara eitt skjal, sum tá ikki kundi útvegast, nevniliga, skjalið, sum prógvar, at Niclasenfyritøkan, hevði fingið avrit av uppsøgnini av tollkredittinum.

Starvsfólkið, sum er sett at fyrireika alt hetta, verður at endað biðið um persónliga at fara niðan á politigarðin við málinum, og viðmerkja, at tað eftir avtalu er til Una Vestureið, sum tá var leiðari á kriminaldeildini.

Men tað var so uttan hetta skjal um, at N. Niclasen, hevði fingið boðini um, at kreditturin var strikaður.