Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fútin kundi farið eftir Sjúrði: Tordi ikki

Tað er heldur ikki rætt, at fútin ikki reisir ákæru fyri ærumeiðing. Men hevur Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, rætt í, at Sjúrður hevur ærumeitt prestin, so kann fútin vera í iva, men hann kann eisini vera bangin fyri hvat fer at henda hvørjaferð ein kontroversiellur persónur ger viðmerkingar til prædikur.

Men fútin kann altíð reisa ákæru, og hann hevur gjørt tað fyrr – men tað var fyri at fremja sensur….

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

Sorenskrivarin

segði seg verja

rættarsdkipanina

Í einari samrøðu í Sosialinum frá 30. september 1992, váttaði dómarin, Joen H. Andreassen, at hann ikki var ærumeiddur av skuldsetingunum í Oyggjatíðindum, sum hann ikki metti vera vendar í móti honum persónliga, men í móti rættarskipanini, sum hann segði seg verja.

Ongastaðnar í samrøðuni við hendan fyrrverandi sorenskrivaran, sigur hann, at blaðstjórin, Dan Klein, hevði ærumeitt hann. Tvørturímóti sigur hann, at hann ikki beinleiðis hevur verið ærumeiddur í blaðnum, men hann førir tó fram, at blaðið hevur skrivað lygnir, og at hann bara vil verja rættarskipanina….

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

Embætis-fólk á breddan í Dimmu:

Kunnu kosta dýrt

Fyrrverandi aðalstjórin í Mentamálaráðnum hevur í dag eina løn upp á einar 40.000 krónur sum búskaparfrøðingur hjá Tryggingareftirlitinum - men hann fær 60 prosent í eftirløn, sum hann hevði eina inntøku upp á 62.555 krónur um mánaðin. Hetta mátti løgmansskrivstovan lata sær lynda, tí uppsøgnin av Leivi Harryson sum aðalstjóra kundi enda við eini rættarsak, ið landsstýrið kundi tapt.

Soleiðis skrivar Dimmalætting, í blaðnum , hósdagin 7. februar, aftaná at hava fingið alment innlit í gøluna.

Tey flestu minnast, at táverandi skúlastjórin í Fuglafirði, Súni í Hjøllum, var sekkjaður uppá grátt pappír, bara tí hann hevði sett eina kanning í verk í móti tveimum lærarum.

Hendan sakin er sera prinsipiell, tí rættarskipanin forðaði fyri, at sakin kom at standa á tveimum beinum. Dómsvaldið noktaði sentralum vitnum í skúlastýrinum, og eisini í Mentamálaráðnum, at trýna fram í rættinum, tí talan var als ikki bara um tveir lærarar, sum funnu saman í einum dósaspæli, men at tað kostaði landskassanum 3,5 milliónir at siga skúlastjóranum úr starvinum fyri at fáa hann at gevast við at kanna tveir lærarar….

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

 ------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.

Tekna hald oyggjat@olivant.fo  og tú ert við ...