Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fylgir útlendingurin meginreglu, kann viðkomandi arbeiða frá fyrsta degi í Føroyum

Lógin fyriskrivar, at søkjast skal úr heimlandinum, og loyvið útflýggjast har. Fylgir útlendingurin hesi meginreglu, kann viðkomandi arbeiða frá fyrsta degi í Føroyum eftir at loyvið er givið, og hann/hon er komin til Føroya, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, m.a. í svari til fyrispurning frá Kára P. Højgaard.

Henrik Old, landsstýrismaður, svarar upp á fyrispurning nr. 28/2016 eftir § 52a í tingskipanini frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um arbeiðs- og uppihaldsloyvir

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Heldur landstýrismaðurin, at borgarar úr ikki ES-londum, giftir við føroyingum og velja at búseta
        seg í Føroyum eru í serstøðu og eiga at sleppa til arbeiðis skjótast gjørligt?

2. Hvussu nógvir persónar úr triðja londum, giftir føroyingum, hava árliga søkt um arbeiðsloyvi í
        Føroyum seinastu 3 árini?

3. Hvussu long er miðal bíðitíðin eftir arbeiðsloyvi hjá omanfyrinevndu?

4. Verður arbeiðsloyvi altíð avgreitt av Udlændingeservice, samsvarandi tilmæli frá
        Útlendingastovuni?

5. Nær kann væntast, at umsitingin og avgreiðsla av arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður yvirtikið 
        sum føroyskt sermál?

Svar

Til spurning 1
Ja, tað eigur at vera soleiðis, at útlendingar, sum eru giftir við føroyingum, og sum velja at búseta seg her, eiga at sleppa til arbeiðis skjótast gjørligt.

Útlendingar, tó ikki norðurlendingar, sum eru giftir við føroyingum, skulu tó lúka krøvini sambært útlendingalógini, áðrenn teir kunnu taka arbeiði í Føroyum.
Hetta gera teir eitt nú, um teir hava fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi her, ella um teir hava fingið familjusameiningsloyvi.

Til spurning 2
Tá talan er um treytir/viðgerðartíð fyri familjusameiningsloyvi er eingin munur á, hvørt umsøkjarin kemur úr einum ES-landi ella úr triðja-lamdi.  Útlendingastovan hevur tí í sínum uppgerðum bara samlaða talið fyri útlendingar (undantikið norðurlendingar), sum árliga søkja fyrstu ferð til ein hjúnafelaga í Føroyum.  

Samlaða talið er:
2013 – 73
2014 – 58 
2015 -  65 (meting)

Til spurning 3
Lógin fyriskrivar, at søkjast skal úr heimlandinum, og loyvið útflýggjast har. Fylgir útlendingurin hesi meginreglu, kann viðkomandi arbeiða frá fyrsta degi í Føroyum eftir at loyvið er givið, og hann/hon er komin til Føroya. 

Tað er tó vanligt, at Udlændingestyrelsen og løgreglan í Føroyum loyva hesum umsøkjarum at lata umsóknina inn, meðan tey eru her og ferðast. Tá umsøkjarar velja hesa loysnina ístaðin, hava teir status sum ferðafólk í Føroyum, meðan bíðað verður eftir svari. Í hesi sjálvvaldu støðu hava tey ikki loyvi at arbeiða, tí ov tíðliga er at siga, hvørt tey lúka reellu, lógásettu  treytirnar fyri einum loyvi.

Danski myndugleikin hevur sum mál, at øll familjusameiningsloyvi skulu vera avgreidd innan 3 mánaðir frá tí, at fullfíggjað umsókn er latin inn. Hesin málsetningurin verður yvirhildin, og Útlendingastovan veit at siga frá viðskiftafólkum, at familjusameiningsmálini  ofta eru klár nógv skjótari enn so. Útlendingastovan hevur eisini ta fatan, út frá dagligum samskifti í telefon og við diskin, at fyrstu-ferðs-umsøkjarar kenna til og góðtaka viðgerðartíðina frá byrjan. 

Til spurning 4
Í familjusameiningsmálum er leiklutur Útlendingastovunnar ikki at viðmæla ella mæla frá, men at veita Udlændingestyrelsen upplýsingar úr føroyskum skráum og eftirkanna, um útlendingurin kemur til sømilig bústaðarviðurskifti.

Í arbeiðsloyvismálum til einstaklingar verða viðmælini/frámælini oftast fylgd, tó ikki 100%. Tá ummæli Útlendingastovunnar í onkrum førum ikki verða fylgd, kann hetta stava frá, at høvuðsmyndugleikin hevur upplýsingar, ið hoyringsmyndugleikin (ÚTS) ikki kennir til, ella at høvuðsmyndugleikin í ávísa førinum hevur aðra løgfrøðiliga meting um, hvørt treytirnar í útlendingalógini eru uppfyltar ella ikki. 

Til spurning 5
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, fyrireikar málið um yvirtøku av útlendingamálinum.

Sambært lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka (yvirtøkulógin), skulu marknaðeftirlit og útlendingamál yvirtakast samstundis. Yvirtøkan av umsitingini og avgreiðsluni av arbeiðs- og uppihaldsloyvum verður sostatt ikki framd, fyrr enn alt málsøkið útlendingamál- og marknaðeftirlit verður yvirtikið.

Orsøkin til, at ikki er komið á mál, er, at tað hevur víst seg at vera trupult at finna eina loysn á spurninginum um Schengen. Arbeitt veður framhaldandi við málinum.

Tinganes, 4. mars 2016

Henrik Old
Landsstýrismaður