Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fýra nýggjar frímerkjaútgávur mánadagin, tann 21. september 2020

Føroysk frímerki vekja enn sum áður ans bæði innanlands og úti í heimi. Á Posta leggja vit dent á, at hvør frímerkjaútgáva hevur eitthvørt tilknýti til Føroyar ella lýsir Føroyar á ein ella annan hátt.

Tí frímerkið er ein spegilsmynd av tjóðini.  Eitt kaghol innar í landsins sál, náttúru, søgu, plantu- og djóralív og ikki minst fólkalív.  Ein lítil mentunarberi, ið røkkur langt út um landamørk, langt út í heimsins fjarastu krókar og skot. Á einum lítlum pappírslepa kunnu vit siga frá mongum forvitnisligum og tað hevur altíð verið endamálið við føroysku frímerkjunum.

Beethoven eftir Heiðrik á Heygum, filmar eftir Katrin Ottarsdóttir, talv eftir Ole Wich og messuaklar eru evnini á nýggju føroysku frímerkjunum

Ludwig van Beethoven (1770 – 2020)
Í ár eru liðin 250 ár síðani mæti tónasmiðurin varð borin í heim. Í hesum sambandi gevur Posta út eitt smáark, sum heiðrar kenda tónasmiðin.

Heiðrikur á Heygum hevur latið týska tónasmiðin í føroysk klæðir, staðsett hann í Føroyum – umgyrdan av dømum úr føroyska djóra- og plantuheiminum.

Týski Beethoven, sum búði ta mesta av lívinum í Wien í Eysturríki – og kanska ikki var greiður yvir at Føroyar vóru til – er ein líka so natúrligur partur av føroyskari mentan sum landslagið, vindurin og veðrurin í fjøllunum. Hansara tónleikur hevur fylgt okkum gjøgnum lívið, birt hugmyndir og ávirkað okkum á jøvnum fóti við okkara egnu sermentanarligu sameyðkenni – og tí heiðra vit gamla meistaran sum ein av okkara egnu.
 
Filmur í 125 ár
Í ár eru 125 ár liðin síðan fyrsti spælifilmur varð sýndur. Hetta var tann 28. desember 1895, tá brøðurnir Louis og Auguste Lumière høvdu teirra fyrstu almennu filmssýning í París.

Tað er í hesum sambandi at Posta hevur valt at geva út frímerki við tveimum føroyskum filmum eftir Katrin Ottarsdóttir. Í 1989 kom fyrsti spælifilmur hennara “Atlantic Rapsody” út. Hann var fyrsti spælifilmur, sum varð gjørdur av føroyskum leikstjóra, gjørdur í Føroyum og har tosað varð føroyskt.

Tey bæði frímerkini avmynda ávíkavist filmarnar "Bye bye blue bird" (1999) og "Ludo" (2014)
 
Talvsiðir í Føroyum
Tvey frímerki við føroyskum talvsiðum. Tey bæði frímerkini vísa ávíkavist talvfólkið "rókur" og "fýrtalv".
Talvfólkið rókur er í fleiri eldri útgávum, avmyndaður sum ein maður við einum fugli á høvdinum.

Tá spælt verður fýrtalv er vanliga talvborið við 64 puntum víðkað við trimum eyka røðum í hvørjari av teimum fýra síðunum – so samanlagt eru 160 puntar.

Listafólk: Ole Wich
 
Messuaklar II
Hetta er onnur frímerkjaútgávan í røðini um føroyskar messuaklar. Ársins útgáva avmyndar viólbláa messuakulin – litkenning fyri advent og føstu – og hvíta messuakulin, ið serstakliga verður  nýttur á jólum, á páskum og til hátíðarlig tiltøk.

Paulina M. K. Eliasen seymaði tann viólbláa messuakulin, sum Viðareiðis kirkja fekk í 2017, tá ið hon fylti 125 ár – og í sambandi við 500 áradagin fyri trúbótina.
Jóhanna Jensen í Nýggjustovu hevur bundið tann hvita messuakulin, sum Kvívíkar kirkja fekk í 1989.
 
Les meira um søguna aftanfyri frímerkjaútgávurnar á www.stamps.fo