Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyri fyrstu ferð tveir forskúlar

Hóast forskúlin í Santa Frants Skúla er farin um tey fimti, so er tað fyrstu ferð í Tórshavn, at tveir forskúlar byrja eftir summarfrítíðina.

Tá Skúlin á Argjahamri varð bygdur, bað skúlastýrið kommununa um at arbeiða fyri, at forskúli varð settur á stovn í skúlanum sambært heimild í fólkaskúlalógini. Í kommununi hevur síðan verið arbeitt við málinum og Mentamálaráðið varð søkt um loyvi at seta skúlan á stovn frá skúlaárinum 2014/15.

Í praksis merkir hetta, at Frítíðarskúlin á Argjahamri verður víðkaður til eisini at fevna um forskúlanæmingar. Næmingarnir vórðu skrivaðir inn í býráðssalinum í januar.

Hóast forskúlin í Santa Frants Skúla fylti 50 ár herfyri, so hetta er fyrstu ferð, at tveir forskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Talan er um eini 85 børn, sum byrja í forskúla í hesum báðum skúlunum eftir summarfrítíðina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin um ein forskúla aftrat hevur møtt sera stórari vælvild, og bæði børn og foreldur gleða seg til tann 18. august, tá báðir forskúlarnir byrja skúlaárið.

Hartil er at fegnast um, at øll lærara- og pedagogstørvini eru sett, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.