Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyribils settur stjóri á Landsverki

Lansstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur gjørt av fyribils at seta Árant Andriasson í starv sum landsverkfrøðingur, til nýggjur landsverkfrøðingur er settur og tekur við starvinum.

Stjórin hevur evstu ábyrgd av Landsverki. Saman við leiðsluni á stovninum leggur fyribilsstjórin virksemið til rættis, og setur yvirskipað mál fyri øll arbeiðsøki. Bygnaðurin á Landsverki er óbroyttur, sum hann var undir undanfarna stjóra.

Harumframt hevur setti stjórin evstu ábyrgd av, at øll verklagsarbeiði hjá landinum verða væl frágingin, av fíggjarstýring, og at játtanir verða hildnar.

Umleið 130 starvsfólk eru á Landsverki, og hetta er ein av størstu landsstovnunum í Føroyum. Landsverk er undir Samferðalumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnarmyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.