Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FYRIBYRGING Á BARNAØKINUM HÆGSTA RAÐFESTING

Fokus verður nú sett á fyribyrging og trivnað hjá børnum, serliga undir skúlaaldri. 

Á býráðsfundi hóskvøldið, 29 januar 2015, varð atkvøtt um tilmæli frá Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini, um at beina málið um royndarverkætlanina "Tilbúgving í Tøkum Tíma" (TÍTT) í mentamálanevndina við tí arbeiðssetningi, at gera eina ætlan fyri fyribyrgjandi námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovnaøkinum, herímillum neyðug samstørv við aðrar partar. 

Tilmælið varð samtykt við 10 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Mentamálanevndin hevur fyrr í mánaðinum einmælt samtykt at orða barna- og ungdómspolitikk fyri námsfrøðiliga økið, har dentur eisini verður lagdur á inklusión, fyribyrging og trivnað hjá børnum í síni heild.

- Partur av politikkinum skal vera at styrkja og tryggja, at alt námsfrøðiliga økið í Tórshavnar kommunu hevur neyðugar førleikar og skipanir at arbeiða fyribyrgjandi í mun til børn, ið av onkrari orsøk mistrívast ellar eru í vanda fyri at mistrívast, og sum skula hava neyðuga hjálp so tíðliga sum til ber. Hetta er arbeiði, sum hevur stóran samfelagsligan týdning, og tí skal politikkurin eisini tryggja samstarvið millum ymsar fakbólkar, stovnar og myndugleikar á hesum øki, sigur Helena Dam á Neystabø.

Arbeiðið at orða barna- og ungdómspolitikk og leggja ætlan fyri fyribyrjgandi arbeiðinum byrjar í februar, og verður eftir ætlan liðugt til endaliga politiska viðgerð fyri summarfrítíðina.

Slóðbrótandi tilgongd
Tað eru fáar uppgávur, sum býráðssamgongan metir av størri týdningi enn umstøðurnar hjá okkara børnum og ungum, serliga teimum, sum hava avbjóðingar. Tí hevur alt dagstovna- og skúlaøkið so høga raðfesting í øllum arbeiði okkara í kommununi, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur aftrat, at talan er um eitt slóðbrótandi arbeiði, sum mentamálanevndin nú setir í gongd fyri alt námsfrøðiliga økið. 

- Av tí at henda tilgongd er sett í verk, helt býráðsmeirilutin skilabest at samskipa hesa tilgongd við ta endamál, sum lá til grund fyri verkætlanina “Tiltøk í tøkum tíma”, og sum einans skuldi fevna um skúlar og dagstovnar í Eysturbýnum í Havn. Vit hava samtykt, at tær yvirskipaðu orðingarnar skulu vera lidnar uml. 1. mars í ár at leggja til víðari politiska avgerð, at sigur Helena Dam á Neystabø.

“Skjót hjálp er dupult hjálp” var gamalt at siga, og soleiðis verður tað eisini í hesum føri. Koma vit ov seint, er avleiðingin ofta, at málini verða truplari at loysa, og sum eingin hevur nakran fyrimun av. Við støði í yvirskipaða politikkinum fara vit beinanvegin at skipa og seta í verk fyribyrgjandi tiltøk og skipanir, sum fevna um øll børn í kommununi og ikki bert ein býarpart, og sum hava til endamáls at veita skjóta og røttu hjálp.

- Í hesum sambandi er umráðandi at tryggja eitt gott samstarv millum fakbólkar, stovnar og myndugleikar, og at øll foreldur og avvarðandi eru viðleikarar og samstarvspartar tá um ræður at varnast møgulig vandatekin í trivnaði barnsins. Tiltøk í tøkum tíma, ella heldur tiltøk í góðari tíð, er felags mál, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini.