Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrilestrahaldari er Marianne Nord Hansen, forkvinna í seinfylgjufelagnum í Danmark. Hon hevur sjálv havt krabbamein og hevur í nógv ár veitt ráðgeving og vegleiðing til fólk við seinfylgjum.

Fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð

Dan Klein --- 08.08.2018 - 08:45

Fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð
 
Fyrilestur um seinfylgjur, eftir krabbameinssjúku og viðgerð, verður mánakvøldið 24. september kl. 19.00 í Smæruni.
 
Viðgerð fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri gerast frísk, men kortini eru tað fleiri, sum fáa seinfylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Fylgjur, ið eisini kunnu vísa seg nógv ár seinni, og sum kunnu vera til stóran ampa.
 
Fyrilestrahaldari er Marianne Nord Hansen, ið er forkvinna fyri seinfylgjufelagið í Danmark. Hon hevur sjálv havt krabbamein og hevur í nógv ár veitt ráðgeving og vegleiðing til fólk við seinfylgjum.  Hon skipar javnan fyri undirvísing og hevur fyrilestrar um evnið, eins og hon er við í arbeiðinum at menna granskingararbeiði innan seinfylgjur í Danmark.
 
Fyrilesturin hjá Marianne Nord fer m.a. at taka støði í teimum mest vanligu seinfylgjunum, viðgerð av hesum og um hvat ein sjálvur kann gera fyri at lætta um og hvat ein skal vera varur við í mun til seinfylgjur.
 
Fyrilesturin verður mánakvøldið 24. september kl. 19.00 í Smæruni í húsinum hjá Starvsmannafelagnum, J.H: Schrøtersgøta 9, Tórshavn
 
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin