Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einar Petersen sum fyri ikki so langari tíð síðan útgav barnasøguna Fjørufólkið, er í løtuni aktuellur við einum Kickstartara tilætlað einari teknuseriu konvertering av einari SCIFI stuttsøgu hjá honum.

Ætlandi eftir ensku útgávuna skal teknirøðin eisini gerast tøk á Føroyskum máli.

Stuttsøgan Implant! gongur fyri seg í nærari framtíð í einari verð har allir íbúgvar eru merktir við einum elektroniskum chippi og verða eygleiddir í øllum sínum geranðisviðurskiftum.

Tað er ein stuttsøga sum fyrigongur í seinastu døgunum á einum frælsisstríði sum framskýgd fólk hava sett í verk, hetta áðrenn totaliterar kreftir settu seg tungt á valdið og á fólkið.

Tú kanst síggja meir um verkætlanina á https://www.kickstarter.com/projects/2142903171/implant og luttaka um onkur skuldi havt hug at stuðla verkætlanini tað verði seg fíggjarliga ella bara við at umtala hana á socialum miðlum.

Verkætlanin koyrir fram til Fríggjadag hin 19 August kl. 22:56 CEST.