Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

So er fyrsta skotið latið av. Frá vinstru Hans Vilhelm Lützen, formaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki

Fyrsta skot latið av fyri skúladepli

BYGGING: Hálvan apríl setti landsstýrismaðurin í mentamálum hakan í fyri byggingini av nýggju skúladepli við Marknagil. Fyrstu arbeiðstakarasáttmálarnir eru undirskrivaðir, grivið er omanav, og í dag varð fyrsta skotið latið av fyri byggingini.

Seinastu tvær vikurnar hava maskinur grivið omanav grundøkinum við Marknagil, har nógv umrøddi miðnámsskúlin skal byggjast. Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum Studentaskúla, Handilsskúla og Tekniska Skúla.

Í dag varð fyrsta skotið latið av, har millum annað landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, var hjástaddur.

Byggingin av skúladeplinum er skipað í níggju arbeiðstøkur, sum eru hesar: 1. Jørð, kloakk, beton og stál 2. Innilokan 3. Innrætting 4. EL o.a. 5. HVS 6. Múraraarbeiði 7. Málaraarbeiði 8. Lendisarbeiði 9. Rakstur av byggiplássi.

Tað er TG Verk, ið hevur arbeiðstøkuna av jørð, kloakk, beton og stáli um hendi, men sum hevur veitt jørð- og kloakkarbeiðið víðari út til J&K Petersen.

Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er 515 mió. krónur við innbúgvi og øðrum, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Eftir ætlan skal skúlin takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.