Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrsti landsfundur við nýggjum navni

Í morgun kl. 09,30 møttust limirnir í Nýtt Sjálvstýri til aðal- og landsfund á Hotel Tórshavn. Hetta er fyrsti landsfundur síðani flokkurin fekk nýtt navn, og fyrsti landsfundurin við Jógvan Skorheim sum floksformanni.

Sjálvstýris hugsjónin skal fínpussast og arbeiði skal leggjast til rættis á ein slíkan hátt, at politiska ideologiin í størri mun skal gerast sjónligari í politiska arbeiðinum hjá Nýtt Sjálvstýri, og stórur dentur verður lagdur á at menna feløgini hjá flokkinum, økja um limatalið og geva limunum størri ábyrgd, eins og endurstovnaða ungmannafelagið hjá flokkinum, Ungt Sjálvstýri fær tí ein týðandi leiklut í hesum arbeiði.

Aðalfundurin byrjar kl. 09,30 tá flokkurin heldur sín árliga aðalfund, og landsfelagið skipar seg við ábygdarfólkum. Orðaskifti um menning floksins verður ein týðandi partur av viðgerðini.

Á skránni er eisini val av floksformanni og næstformanni. Tá freistin var úti var eitt uppskot komið, og tað er afturval av Jógvan Skorheim sum floksformanni og Kára P. Højgaard, sum næstformanni, og koma teir sostatt at halda fram í størvum teirra.

Seinrapartin byrjar politisku framløgurnar og orðaskifti um politisku støðuna í samfelagnum.

Allir limir eru vælkomnir á aðal- og landsfund hjá Nýtt Sjálvstýri.