Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Georg S.V. Engelsted (1840-1917), sóknarprestur í Vágum 1871 1878, var fyrsti forstandarskapsformaðurin í Vágum og sat árini 1873-78.


Fyrsti roknskapurin hjá Vága Prestagjalds Kommunu

Í hesi greinini leita vit aftur til gomlu skjølini hjá Vága Prestagjalds kommunu. Skjølini hevur Sørvágs kommuna, smb. samtykt í 1915 í smb. við sundurbýtið av kommununum hetta sama árið, havt í varðveitslu.

Eitt sindur um roknskapin

Áhugavert er at síggja hvussu hendan fyrsta kommunan er skipa. Sjálvt um talan er um eina kommunu fyri Vágar og Mykines, so er roknskapur og leiðsla av kommununi býtt út á hvørja sóknarbygd sær. Høvuðsleiðsla og ábyrgd er tó hjá forstandarskapinum.

Roknskapurin hjá prestagjaldskommununi var gjørdur soleiðis, at skattur goldin í ávísari sóknarbygd fall til sóknarbygdina, og felags inntøka var býtt millum sóknarbygdirnar eftir ávísum býtislykli og var roknskapurin so uppsettur soleiðis, at hann var gjørdur fyri hvørja sóknarbygd sær.

Kortini eru nakrar av útreiðslunum felags útreiðslur fyri alla kommununa. Miðvágur og Sandavágur eru felags um ein lærara hesi fyrstu árini og rinda ávísa upphædd hvør til læraraløn. Ein partur av læraralønini er sjálvboðin stuðul frá bygdarfólkunum, sum hava bundið seg til ávísa upphædd. Hesin stuðul er bæði í peningi og í naturalium. Høvuðsparturin av kontantu læraralønini er stuðul úr Statskassanum.

Ein partur av fátækrahjálpini er felags fyri allar sóknarbygdirnar og ein partur liggur á einstaku sóknarbygdini. Gávur úr talvuni í kirkjuni eru til fátækrakassan í teirri bygd, gávan er latin. Høvuðsparturin av fátækrahjálpini verður goldin við stuðuli úr Amtsfátækrakassanum, sum aftur fær sítt fæð úr Statskassanum.

Útreiðslur til umsiting, skrivitilfar og revisorløn er felags, har hvør bygd rindar eftir avtalaðum býtislykli. Aðrar útreiðslur hoyra til einstaku sóknarbygdina.

Sonni Jacobsen, ið hevur skrivað greinina, vísir eisini fyrsta roknskapin hjá Vága Prestagjalds kommunu fyri 1873-74:

http://www.sorvag.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=237:fyrsti-roknskapurin-hja-vaga-prestagjalds-kommunu&catid=48:oktobur-2011&Itemid=62