Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum

Forlagið Stiðin hevur givið út bókina “Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum”, sum Zakarias Wang hevur skrivað.

Tíðindaskriv

Bókarheitið kemst av, at tann 19. september 1946 strikaði eitt vitjandi bretskt krígsskip danska flaggið og vant Merkið í húnar hátt. Hetta var ein bretsk viðurkenning av, at Føroyar nú vóru um at gerast eitt sjálvstøðugt ríki.

Orsøkin var tann fólkaatkvøða, sum hevði verið í Føroyum 14. september 1946. Í bókini verður greitt frá fólkaatkvøðuni. Á fyrsta sinni ber til at síggja eitt yvirlit yvir endaliga úrslitið av henni í øllum teimum 77 valstøðum, sum tá vóru, og eru hesi úrslit samanborin við úrslitini av løgtingsvalinum, sum hevði verið 6. november 1945. Sera einfalt ber tí til at síggja hvussu tað eydnaðist flokkunum at fáa veljarar sínar at fylgja teimum boðum, teir høvdu givið, og hvar ið valluttøkan var lítil av tí at sjómenn vóru burturstaddir, ella menn arbeiddu í Íslandi. Síðani verður greitt frá, at allir politiskir flokkar í Føroyum tóku undir við tí, sum veljararnir høvdu givið boð um á fólkaatkvøðuni, og gjørdu seg til reiðar at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt ríki. Hetta viðurkendi danska stjórnin eisini, og eingin gjørdi tað skjótari enn føroyamálaráðharrin, sjálvur forsætisráðharrin Knud Kristensen. Embætismenn hansara fóru til verka fyri at fáa hesar samráðingar loknar til lítar.

Men tíverri var ein undanstøkkingur í donsku stjórnini. Hesin var fíggjarmálaráðharrin Thorkil Kristensen. Tá forsætisráðharranum barst frá at vera á skrivstovu síni, var hann vanliga biðin um at vera har. Tann 18. september fór Knud Kristensen til Jútlands, og Thorkil tók við sum forsætisráðharri. Tá kom eitt lygufjarrit frá setta amtmanninum í Føroyum, har sagt varð, at løgtingsformaðurin Thorstein Petersen hevði lýst Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. Hetta kom Thorkil væl við, og uttan so mikið sum at spyrja Thorstein um tíðindini vóru røtt, gav hann loyvi til at lygnin fekk frítt at fara um allan heim. Tað eydnaðist eisini at fáa tikið Knud Kristensen av fótum, einsamallur sum hann var staddur í Jútlandi, og boð vóru send til herflotaleiðsluna um at senda eitt verjuskip til Føroya fyri at berja niður henda uppreistur, sum bert var íspuni í heila dana. Tá løgtingið vildi halda fram við at fyrireika seg til samráðingarnar við stjórnina um hvussu fólksins demokratiski vilji skuldi setast í verk, upploysti stjórnin løgtingið og skrivaði út nýval. 

Tann avgerandi spurningur, sum øll bókin snýr seg um, er hesin: Hevði danska stjórnin yvirhøvur loyvi til at upploysa løgtingið ímóti vilja tess?

Fyri at greiða hesa gátu verður kannað, um og nær danska stjórnin hevði fingið henda rætt.

Greitt er, at um so var, at vit vóru ein partur av Danmarkar ríki eins og Anholt og aðrar danskar oyggjar eru tað, so var einki mark fyri hvussu stjórnin kundi hórreiggja sær mótvegis okkum. Tí verður fyrst kannað, um vit við friðinum í Kiel 1814 gjørdust partur av Danmarkar ríki. Hetta verður mangan ført fram, men veruleikin er, at hesin spurningur er alkannaður í tí rættarmáli, sum í 1933 kom til dóms við altjóða dómstólin í Haag. Har varð dømt, at Grønland, Føroyar og Ísland fram til 14. januar 1814 vóru partar av Noregi, og at kielarsáttmálin als ikki tók nøkur rættindi frá okkum. Í hesum dómi vóru ikki bert nakrir av heimsins gløggastu fólkarættarserkønu samdir, men sjálvt danski setudómarin tók undir við hesum úrskurði. Danmark hevur tí viðurkent, at vit fram til 1814 vóru ein partur av Noregs ríki, og at vit als ikki tá mistu tey rættindi, vit til tá høvdu havt sum norðmenn.

Hvørji rættindi høvdu vit havt til 1814 og hava havt síðani? Hetta verður greitt frá við at viðgera sambandssáttmálan Danmarkar og Noregs millum. Hesin sáttmáli er frá 1450, og hann ásetur, at vit hava rætt til at stýra okkara egnu innanríkisviðurskiftum, og at vit í uttanríkispolitiskum málum hava sama rætt sum Danmarkar ríki at taka lut í øllum avgerðum. Av allarstørsta týdningi er, at Danmarkar ríki ikki kann fara í kríggj uttan okkara samtykki og undirtøku. Sáttmálin ásetur eisini, at vit hava sama kong. 

Kongi okkara svóru vit eið at verja og hjálpa og vera lýðin. Í 1661 varð gjørd ein stjórnarskrá fyri alt Noregs ríki, har vit góvu kongi enn størri vald. Men við friðarsáttmálanum í Kiel í 1814 slepti kongur sínum norsku tegnum undan hesum lýdnareiði, og teir kundu sjálvir sleppa at skipa síni viðurskifti. Tann rætt sum hinir norðmenn fingu, sluppu vit ikki at njóta, tí kongur slepti okkum ikki, og vit vóru tí framvegis við okkara lyftum bundin til at vera honum hollir. Sama var við teimum, sum búðu í sambandsríki okkara Danmørk. 

Men í 1849 loysti kongur danir frá tí eiði, teir høvdu svorið honum. Frammanundan hevði hann givið boð um at velja eina stjórnarskráargevandi ríkissamkomu, sum skuldi áseta hvussu danir skuldi stýra, og nú fingu teir eina stjórn, sum stóð fólkinum – og ikki kongi – til svars fyri tær avgerðir hon tók. 

Henda broyting var donsku tjóðini til lukku lagað. Men ein onnur avgerð, sum samstundis var tikin, varð okkum til alstóra vanlukku.

Nýggja stjórn Danmarkar nápaði nevnliga tað vald, sum vit høvdu givið kongi. Nú teir, sum búðu í nýggja norska ríkinum, og teir, sum búðu í danska ríkinum, sambært fólkasuverenitetin stýrdu sínum egnu viðurskiftum, sluppu vit ikki at gera hetta. Meðan danir høvdu havt sína stjórnarskráargevandi ríkissamkomu, forðaði danska stjórnin okkum í at fáa eina slíka. Fólkaræðisliga danska stjórnin hevði so lítla virðing fyri lóg og rætti, at vit ikki so frægt sum fingu boð um, at kongur hevði givið tað vald frá sær, sum vit høvdu givið honum, og at vit, tey innbornu í ríkinum, tí nú høvdu demokratiskan rætt til at skipa okkara viðurskifti. 

Tað sum her var framt, var ein brotsgerð, og hvør dagur, ið fer uttan at vit sleppa at útinna tann rætt, sum vit hava til at stýra okkum sjálvum á jøvnum føti við danir, er ein nýggj brotsgerð.

Síðani 1849 hava vit sostatt havt fullan rætt til at skipa fyri okkara egnu viðurskiftum, og tá ið vit á fólkaatkvøðuni í 1946 samtyktu, at vit ikki vildu taka við danska tilboðunum um innliming í Danmarkar ríki, og løgtingið vildi taka upp samráðingar um loysingina, sum hevði fingið meirilutan á fólkaatkvøðuni, hevði danska stjórnin tí yvirhøvur ongan rætt til at leggja upp í avgerðartilgongdina við at upploysa løgtingið.

Tað, sum øll orsøk er til nú, er at fara undir tað arbeiði, vit ikki sluppu at gera í 1849, eins og tað, sum danska stjórnin við síni ólógligu upílegging forðaði okkum í at fullføra í 1946.

Høvundurin er fúsur til at leggja bókina fram fyri almenninginum um áhugi er fyri tí. Hetta hevur verið gjørt á Trøllanesi og í Skálafirði, og enn ein framløga verður í Bátasavninum í Leirvík mikudagin 8. apríl kl. 19, har tónleikur eisini verður at hoyra.

Stiðin