Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FYRSTU STEINARNIR LAGDIR Í VÁGSBOTNI

Farið er nú undir at leggja trinini í trappuni í Vágsbotni. Fyrstu steinarnir vórðu lagdir í dag. Trappan umfatar eitt øki uppá 310 fermetrar og skal vera klár til tiltakið “Voxbotn”, og alt økið skal verða liðugt til ólavsøku. 

Trappan bindur økið frammanfyri Bojsensgarð og torgið í Vágsbotni saman. Trappan verður vakurt skipað við smærri uppihaldsøkjum úr timbri, umframt trøum og grønum plantum.

Eisini verður ein sokallaður pop-up-pallur úr segldúki, ið kann setast upp í sambandi við tiltøk, nýggja ljósútgerð og nýggjan belegning frammanfyri Bojsensgarð.