Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrstu úrslitini frá fólkateljingini 2011

Hervið verða fyrstu úrslitini frá fólkateljingini í november 2011 almannakunngjørd.

Bóklingurin “Øll telja við” verður borin í hvørt hús. Í bóklinginum eru úrvaldar upplýsingar, sum eru fingnar burtur úr fólkateljingini. Bóklingurin er eisini ein tøkk til Føroya fólk fyri góðu undirtøkuna.

Meiri enn 98 prosent svaraðu spurnablaðnum. Tí er talan um sera álítandi upplýsingar um livihátt og gerandisdag hjá føroyingum.

Upplýsingarnar frá fólkateljingini eru um fólkið, sum býr í Føroyum. Nógv hagtøl eru um útflutning, fiskivinnuna, tjóðarroknskap og annað yvirskipað, men nú fáa vit eina mynd av, hvussu tað er at liva í Føroyum. Seinastu ferð fólkateljing var í Føroyum var í 1977.

- At hesi úrslitini nú vera løgd alment fram, merir kortini ikki, at nú er alt liðugt roknað. Heldur er tað so, at vit skunda okkum at siga frá innkomna tilfarinum, áðrenn alt er liðugt roknað. Sum tá manningin sigur frá túrinum, áðrenn veiðan er seld og túrurin uppgjørdur, sigur Hermann Oskarsson, stjóri, í fororðunum til bóklingin.

- Hetta verður tí bara ein lítil partur av tilfarinum burtur úr manntalinum, og mest spennandi úrslitini fara at koma seinni í ár.

Vónandi verða hesi hagtøl og tey, sum koma seinni, til gagns.

Vanligt at húskini fáa ókeypis fisk og seyð

Nakrir av spurningunum í spurnablaðnum frá fólkateljingini vóru gjørdir serliga til okkara viðurskifti.

Spurt var eitt nú um húskini fingu matarískoyti – fisk, seyð og annað. Spurt var eisini um bát, neyst og summarhús.

Næstan 70 prosent av húskjunum svaraðu, at tey høvdu fingið ókeypis fisk og helvtin hevði fingið seyð og grind seinasta árið.

Triðja hvørt húski í landinum hevur bát tøkan, men hann verður ikki brúktur so nógv. I Sandoynni eru tey oftast á floti. 25 prosent av øllum, sum hava bát eru meiri enn einaferð um mánaðin í honum.

Leinki til bóklingin liggur á www.hagstova.fo