Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

G! Appin er dagførd

G! Appin, ið er tín trúgvi fylgisveinur á festivalinum, og sum allatíðina kann siga tær, hvat hendur. Er dagførd og finnist í App Store og Google Play.

Við appini fært skránna í lumman, tú kanst hoyra brellbitar við bólkunum, lesa um teir og síggja myndir, verður tú bergtikin er beinleiðis leinkja til iTunes, har tú kanst keypa tónleikin hjá teimum.

Tú kanst eisini seta saman tína egnu skrá við teimum bólkum, ið tú vilt sleppa at síggja.

Appin hevur eisini vanliga kunning um viðurskifti á festivalinum, umframt lesa feskastu tíðindini frá festivalinum.

Appin er at finna undir heitinum G! Festivalur, í App Store og Google Play. Hevur tú hana lagda inn frá í fjør, ber til at dagføra hana innið í sjálvari appini.