Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimsins størsti virtuosur Nigel Kennedy - í Føroyum - Leygardagin 10. September

Í meir enn 25 ár hevur bretski violinleikarin, Nigel Kennedy, verið viðurkendur sum ein av heimsins fremstu úrmælingum. Hansara sermerkta talent og fólksliga tekki hava blást nýtt lív í klassiska tónleikin. Hann er tann klassiski violinisturin, sum hevur selt mest í øllum heiminum - nakrantíð.

Tónleikur hansara røkkur tvørturum øll tónlistarlig mørk og ættarlið. Samstørv hansara við Jeff Beck, The Who og Kate Bush, sum hevur givið honum æruna fyri at breiða klassiskan tónleik út til alt fólkið, hava givið tónleikinum í 21. øld nýggjan íblástur. George Martin sáli, legendariski framleiðarin hjá the Beatles, segði Nigel hava “gjørt meir enn nakar annar fyri at sameina rútmisku og klassisku tónlistaheimirnar”.

Við ‘BACH hittir KENNEDY’, gongur Nigel Kennedy enn einaferð frammaundan, og bjóðar okkum eina skrá, har hann fagnar tónleikinum hjá Johann Sebastian Bach. Verk hjá Bach verða sett saman við hansara egnu útgávum við gittari, trummum og kontrabassi, og soleiðis verða áhoyrararnir tiknir við á eina spennandi ferð frá barokki til nútímans tónleik við íblástri úr klassiskum tónleiki, jazzi, keltiskum tónleiki, fólkatónleiki og rokki.

Tað er ein stór æra og fragd at bjóða føroyingum Nigel Kennedy.

Skunda tær og keyp atgongumerkið til konsertina. Avmarkað tal av atgongumerkjum eftir. Keyp atgongumerkið her: http://goo.gl/pnT21u

Leinkjur: 
https://www.facebook.com/gfestival/videos/1285696804774559/