Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

G! og Okkara gjørt fýra ára samstarvsavtalu

Føroya kendasti festivalur og bryggjaríið Okkara hava gjørt av at fara inn í tætt samstarv komandi árini. Í gjár skrivaðu umboð fyri G! og bryggjaríið Okkara eina fýra ára samstarvsavtalu.

Tíðindaskriv:

Kveikjandi tónleikaumhvørvið í Gøtu við G! á odda hevur fingið ein nýggjan og spennandi samstarvsfelaga. Klokkan 15 í gjár skrivaðu stjórin á Okkara, Tummas Hanus Dam, og nevndarformaðurin í G!, Bogi Andreasen, undir eina fýra ára stuðulsavtalu, sum merkir, at ølið hjá Okkara verður at fáa í Gøtu undir teimum næstu fýra G! festivalunum.

- Vit halda, at tað er fantastiskt fyri Okkara at sleppa at arbeiða saman við besta og kendasta festivali í landinum. Tað vænta vit heilt givið verður eitt pluss fyri fyritøku og produktir okkara, sigur Tummas Hanus Dam, stjóri í Okkara.

Nevndarformaðurin í G! fegnast eisini um fýraára avtaluna við Okkara.

- Umframt at vera ein góð sponsoravtala, so hava vit í Okkara fingið ein samstarvsfelaga, sum ikki einans letur drykkjuvørur til festivalin, men hevur ætlanir um at vera ein sera aktivur viðspælari undir teimum komandi festivalunum. Hetta fegnast vit sjálvandi um, sigur Bogi Andreasen.

Stjórin í Okkara er ikki í iva um, at tað er ein rættur vegur at fara, at taka upp samstarv við vælumtókta festivalin.

- Vit halda, at ein slík avtala er rættiliga nærliggjandi og viðkomandi fyri tveir partar sum okkum og G!, og vit gleða okkum ómetaliga nógv til samstarvið, sigur Tummas Hanus Dam, stjóri í Okkara.

Avtalan merkir, at allar drykkjuvørur, sum vera at fáa á G! komandi fýra árini, verða veittar frá Okkara.