Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

G! roynir aftur við upplatingartilboði

Tá G! Festivalurin í fjör setti 300 atgongumerki bíligari til sölu, sum eitt upplatingartilboð, so tók tað 1 tíma og 40 minuttir at selja tey öll, í dag royna tey aftur.

Í dag fríggjadagin 28. november kl. 15.00 byrjar atgongumerkjasölan til G! 2015 nevniliga við einum serligum tilboði, 300 vikuskiftispass eru sett til sölu fyri 695 kr og 300 tjaldingarpass fyri 195 kr, sostatt er möguleiki at spara áleið triðingin, í mun til prísin við dyrnar

Atgongumerkini verða seld í SMS, í Valhöll í Syðrugötu og á www.gfestival.fo .

Börn upp til 12 ár sleppa ókeypis á G!