Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

G! skráin er komin

Nú er tónleikaskráin fyri G! tøk, har ber tildømis at síggja, at Sister Sledge spæla á Sandinum leygarkvøld kl. 23.55 og at Nabiha fer á pall fríggjakvøld og at Byrta verður síðsta navn á Sandinum í ár, áðrenn leiðin gongur niðan til Mendoza, ið endar veitsluna á Spæliplássinum.

Við ikki færri enn fimm pallum og útivið 70 framførslum er G! skráin nógv tann størsta hetta festival summarið. Umframt 20 útlendsk nøvn vera næstan 50 ymisk føroysk nøvn frá Jákup Eli til Týr, frá Døgg Nónsgjógv til Orka og frá Lover Lover til Hamferð.

Longu nú ber til at fáa armbond til festivalin í SMS í Havn og í Tøting í Syðrugøtu.

Skránna finna tit her: http://www.gfestival.fo/fileadmin/myndir/2014/G14_Skra.pdf