Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gaini skrivað um grønlendskan ungdóm í greinasavni

Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað ein kapittul í nýggju bókini ‘Marginalized Masculinities. Contexts, Continuities and Change’, sum Chris Haywood, Newcastle University, og Thomas Johansson, Gøteborgs Universitet, hava ritstjórnað. Tekstasavnið, ið Routledge gevur út, hevur 10 kapitlar og telur 224 bls. íalt.

Firouz Gaini hevur skrivað tekstin ‘Crack in the Ice’: Marginalization of Young Men in Contemporary Urban Greenland, hvørs grundarlag er ein etnografisk kanning (2014) úr Nuuk. Greinin gevur eina fjøltáttaða mynd av serligum viðurskiftum í grønlendska nútíðar samfelagnum, sum eru við til at seta bólkar av ungum grønlendskum monnum í eina trupla støðu. Við at greina strukturellu broytingarnar, sum eru farnar fram í samfelagnum og mentanini seinastu áratíggjuni, til dømis stóru flytingina av bygd í bý, verður víst á, hvussu ráðandi fatanin yvir, hvussu ein maður eigur at síggja út og vera (sum fyrimynd) er broytt. Ein modernaður maskulinitetur vinnur fram, meðan ein annar missir virði. Greinin knýtir spurningin um kynssamleika og sosiala viðurkenning til mentanarligar rembingar í samfelagnum.

Um bókina sigur forlagið m.a.

“Marginalized Masculinities explores how men in precarious positions in different countries and social contexts understand and experience their masculinities, focusing on men who are viewed as being marginal in a range of fields in society including the family, work, the media and school. By focusing on atypical or marginal masculinities in each subfield, Haywood and Johansson provide an informed understanding of what it means to experience marginalization. Indeed, within this enlightening volume the chapters engage with the issue of whether it is necessary to name ‘a’ dominant masculinity in order to make sense of and understand the nature of marginalized masculinity.

This insightful title will be of interest to researchers, undergraduates and postgraduates interested in fields such as Gender Studies, International Studies, Comparative Studies and Men Studies”

Les meira um bókina her: https://www.routledge.com/Marginalized-Masculinities-Contexts-Continuities-and-Change/Haywood-Johansson/p/book/9780415347570 

Les um Firouz Gaini í Heilagrunninum: http://gransking.axeltra.com/index.php?type=person&lng=fo&id=57