Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gamli skálin letur uppaftur.

TÍÐINDASKRIV: Nú eru góð jólatíðindi frá Listasavninum. Eftir alt stríð og alla strongd fyri jól og eftir hugnaliga samveru á jólum kann tað vera, at fólk hava hug til at vitja Listasavnið. Hví ikki?

Tað er nú aftur møguleiki fyri at vitja savnið í heilum líki. Arbeiðið við at tryggja takið í gamla skálanum, Listaskálanum frá 1970, er at enda komið, og tað vilja vit takka teimum dugnaligu verkfrøðingunum, handverkarunum og arkitektunum fyri.

Og ikki minst vilja vit takka Landsverki fyri, at taktrupulleikarnir nú eru loystir á fullgóðan hátt. Bæði stýrið fyri savnið og leiðslan eru ógvuliga takksom fyri hjálpina.

Á jólum og nýggjárinum vísir savnið eina uppheinging av fleiri frálíkum listaverkum úr goymsluni. Goymt, ikki gloymt. Og tað er vert eina vitjan. Talan er um verk, sum ikki hava verið at sæð tey síðstu fáu árini, eftir Ingálv av Reyni, Jack Kampmann, Bárð Jakupsson, Hjørdis Haack, Astri Luihn, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttur, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Eyðun av Reyni og Trónd Patursson.

Og vit eiga nógv góð verk, har tey koma frá.

Framsýningin Per Arnoldi Etc., sum tíverri mátti lata aftur longu í oktobur, fyri at takið kundi umvælast, letur uppaftur fríggjadagin 20. januar 2012.

Framsýningin við Per Arnoldi endar sunnudagin 19. februar. Vikuna eftir, leygardagin 25. februar, letur upp stór framsýning við Tróndi Patursson í sambandi við, at bingja hansara Bládýpið verður tikin í nýtslu á savninum. Listasavnið er opið teir tríggjar dagarnar frá tí 27. til 29. desembur kl. 14.00- 17.00 og aftur frá týsdegnum 3. januar 2012.

Savnið ynskir øllum gestum, bæði núverandi og komandi, eini gleðilig jól og eitt signað nýggjár.

Við jólakvøðu

LISTASAVN FØROYA