Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gátuføri ringurin á Velbastað

Í fornfrøðiligu rannsóknini hjá Tjóðsavninum á Velbastað, komu ein gyltur fingurringur og ein hálvur silvurmyntur undan kavi. Kanningar hava staðfest, at sjáldsami silvurmynturin stavar úr Onglandi og er sligin fyrst í 900-talinum. 

Hinvegin er tað ikki eydnast at staðfesta, hvaðani gylti fingurringurin stavar. Hóast ábendingar eru um, at fingurringurin kann stava úr víkingaøld ella miðøld, so vita granskarar ikki um nakran ring, ið kann samanberast við gátuføra fingurringin, ið er funnin í útgrevstrinum niðri á Bakka á Velbastað. 
 
Greinin hjá Helga D. Michelsen stóð í Frøði nr. 2 í 2016

Les greinina:  https://www.tjodsavnid.fo/s/ringurin_helgi_michelsen.pdf