Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gehenna ella sálarligur ágangur av allar allargrovasta slag, ið eigur at verða steðgaður í stundini

Eg sjálvur - og mong onnur við mær -minnast ilt aftur á sunnudagsskúla- helvitisprædikantarnar, sum slevandi volkaðu sær í Helvitis pínu og ræðuleikum og við rullandi eygum, harðari rødd og lyftum fremstafingri peikaðu sjónarringin runt, meðan ført varð fram: Børn! Ansið tykkum, tí Fanin reikar runt sum ein brølandi leyva og vil hava tykkum øll í hansara garn.

Eg rímdi og fór í annað stað, har tónin og innihaldið var nakað annað og meira barnavinarligt. Men eg havi mangan síðan tá - vælsaktans í góð 60 ár - tonkt yvir, hvussu hetta kundi lata seg gera, uttan at onkur tilkomin smekkaði nevan í borðið og segði, at nú er nokk harra Helvitisprædikantur. Út! Men av tí, at mær er fortalt, at Helvitisprædikantar framvegis tykjast at hava jól og góðar dagar - um mann í heila tikið kann siga so -og halda fram við sínum sadistiska, perverteraða og religiónsforstýraða ágangi, sum sær út til at nøkta teirra egna sadistiska tørv, uttan at nakað verður gjørt fyri at steðga teimum, so fari eg at avdúka nakað av Helvitisforfalskingini í vón um, at henda vitan kann hjálpa til við at steðga ørskapinum, tí annars má hann steðgast við lóg, tí tað átti at sagt seg sjálvt, at sálarligur harðskapur -serliga móti børnum - men fyri sovítt móti fólki í heila tikið - ikki eigur at vera toldur, men at verða steðgaður við teimum amboðum, eitt framkomið samfelag hevur at ráða yvir.

Fyri at byrja onkunstaðni, so kann sláast fast við meira enn sjeytummaseymi, at orðið Helviti er ein ein skeiv og sera óheppin umseting av Gehenna (grisk endurgeving av tí hebraiska Ge (Ben) Hinnom, dalurin hjá soni 'Hinnom), ein dalur beint sunnan fyri Jerusalem. GT greiður frá, at hetta var staðið fyri avguðadyrkan og menniskjaofringum við eldi. Í NT verður Gehenna brúkt sum navn fyri Helviti. Í rabbinskari traditión kann Gehenna eisini merkja reinsingareldurin (skærsilden).

Hvør minnist ikki frá undirvísingini í barnaskúlanum um trúðbótina, at kirkjan hevði pínt pening burturúr teim lítið og onki vitandi, tí prædikumenninir lugu fyri hesum neyðars fólki, ið annars vórðu hart rakt frammanundan, og fortaldu teimum, at deyða omman ella deyði pápin ella deyða barnið píndist í reinsingareldinum, men at tey - við at gjalda til teirra - kundu stytta teimum líðandi í nevnda eldi, tí við at gjalda fyri tey, so komu tey skjótari úr eldinum.

Og fólk guldu og guldu til tey lítið og onki høvdu eftir. Og síðani fóru tátíðar høgravendu helvitisprædikantar víðari syngjandi, sum tað stóð í míni donsku lærubók: Når pengene i kisten springer, snart sjælen ud af skærsilden springer.Tað hava verið og eru framvegis nógvir mátar at snýta fólk upp á, og tað serliga um tey eru óvitandi. Og sokallaði religiøs hava ongantíð hildið seg aftur, um tey eru sloppin til tess.

Helviti kemur harafturímóti frá tí oldnørruna hel-viti, sum merkir "Hel straffar". Orðið er ein sera óheppin týðing av tí bíbilska orðinum "Gehenna", sum er navnið á einum dali sunnan fyri Jerusalem. Í nevnda dali beiv tað í árinum 622 f-Kr. ofrað til ein gud, ið kallaður var Molok. Bæði gentur og dreingir vórðu slaktaði og brend til æru fyri henda guðin.

Tá ein kongur (Josias) setti forboð fyri at dyrka aðrar guðar enn Ísraels Jahve, bleiv dalurin "óreinur". Og framyvir stóð ræðsla um staðið, og dalurin bleiv nýttur sum ruskpláss - eitt stað, hvar "eldurin ongantíð slóknar," sum tað eitur í Bíbliuni. Og tað hevur ofta víst seg, at hin djúpari liggjandi orsøkin sjáldan hevur havt nakað við kristindóm og frelsu at gera, men einans fyri at tey við teirra ´umvenda skara' skulu kunnu manifestera seg í samfelagnum og soleiðis skaffa sær og sínum magt og mammon. Amen.

Jødarnir ímynaðu sær, at Jahve við tíðarinnar enda vildi samla alt óndt og óreint í Gehenna og brenna tað upp við eldi, soleiðis at Heimurin aftur skuldi kunnað blívað reinur og fullkomin.- Flestu orð í NT um helviti hava eisini hesa hugsan, men tey kristnu tulka tey ofta sum útsagnir um eina tíðarleysa pínu. Henda uppfatan er litað av øðrum bíbliuorðum. Serliga hevur líknilsi um ríka mannin og Lazarus havt stóran týdning. Ávirkan frá øðrum religiónsfantasium um støðuna eftir deyðan hevur eisini gjørt seg galdandi. Nakað tað norrøna hugtakið "hel-viti" í sjálvum sær avdúkar. Í flest øllum religiónum fyristilla tey religiøsu sær, at tað finnst eitt deyðsríki djúbt niðri ella inni í jørðini, har tey deyðu sum "skuggar" visna burtur í einum troystarleysum lívi til tey verða gloymd.

Grikkar høvdu teirra Hades við ymsum avdeilingum. Jødarnir kallaðu teirra Sjeol/Sheol og í norrønari mytologi var Hel navnið á herskarinnuni í deyðsríkinum. Fyri grovar brotsgerðir finnast ofta straffir í deyðsríkinum. Í avdeilingini Tartaros í Hades rullar Sisyfos - sum mong vita um -sín stein sum ein straf givnan av gudunum (hvørjaferð Sisyfos hevur rullað steinan niðaná, so fer hann á rull omanaftur, og so má Sisyfus rulla steinin umaftar og umaftur og umaftur í allar ævir). Tað er hesin deyðaríkistankin, sum liggur sum útgangsstøði fyri líknilsi um ríka mannin og Lazarus. Saman við tankanum um djevulin sum Guðs mótpólur, førdi tað so við og við til eitt hel-viti undir jørð, har djevulin ræður við eldi og svovli og píndi tey fortabtu. Mest kent er møguliga Dantes útgreinan av helviti í "Tí guddommelige kommediuni" frá 1300-talinum. Myndin av helviti, sum vit soleiðis hava fingið, er heilt og aldeilis óbíbilsk.

Sjálvt rithøvundirin av "Jóhs. Opinbering", sum er tann í Bíbliuni, sum hevur teir mest útviklaðu tankarnir um eina "eviga pínu" í eldi, tonkir sær hesa ólukkuna sum nakað, ið fyrst og fremst kemur at raka djevulin. Í Gehenna hevur djevulin onga magt, eftir hvat Bíblian sigur. Kirkjunnar læra om æviga pínu fyri tey vantrúgvandi bleiv eitt vælegnað amboð í magthavaranna hondum til at forfylgja mótstøðufólkunum við tí ringasta torturi og ræðuleikum undir einari tunnari umbering av guðsóttan.

Sjálvt nútíðar trúðboðaravirksemi hevur rættvísgjørt sína vantandi virðing fyri øðrum kulturum og religiónum við at vísa til, at einans kristindómurin kan fría fólk frá ævigari pínu. Hetta umber næstan ein og hvønn átreingjandi og fyrilitaleysan trúboðaraframferðarhátt.

Og hvørjar sálarligar líðingar, ið hava fylgt í kjalarvørrinum av helvitisfyrigyklingunum hjá vekingarprædikumonnunum og prestunum, ið hava nýtt helvitisfyrigyklingarnar sum umvendingarætlan, vilja vit ongantíð fáa álítandi vitan um.

Men har fyrigyklingin um "æviga pínu" er sterk, verða vanligir sømuligir normar og framferðarhættir og daglig fyrilit lætt tilsíðissett av religiøsari fanatismu. Og kristindómurin, ið skuldi vera kærleikans religión, hevur ikki minst orsaka av læruni um "æviga pínu" fyri tey vantrúgvandi útviklað eina søgu, sum er ein sonn marra av ræðuleikum.

Tá eg á sumri í 1991 vitjaði á Cuba í ein mánað, legði eg m.a. til merkis, at ein indiáni var avmyndaður á etikettini á einari fløsku, og forvitin, sum eg eri, spurdi eg um søguna aftanfyri avmyndaða indiánan, og fekk tá at vita, at hetta var mynd av indiána, sum - bundin niður - hevði fingið stilla eitt ultimatum: Antin skuldi hann taka við trúgv og harvið sleppa til Himmals, ella eisini skuldi hann verða brendur. Í hesu støðu spurdi hann helvitisprædikantarnar um, hvar teir fóru, tá teir doyðu, og tá hann fekk svarið, at teir fóru til Himmals, segði hann uttan himpr, at so vildi hann vera brendur, og tað varð hann so. Hann vildi undir ongum umstøðum møta teimum aftur - kosta hvat tað kosta vildi. Ein sera sigandi søga um ein mann, ið vildi gjalda hægsta prís fyri at varðveita æruna.

At helvitispretikantar framhaldandi "spæla við eld", eru vit mong, ið ikki kunnu skilja, tí kristindómurin eigur at vera ein kærleiksfullur boðskapur - ein glaður boðskapur: Gleðiboðskapurin yvir øllum øðrum boðskapum undir sólini: Um hvussu Guð hevur skapt alt: himmal og jørð, fuglar og fisk, áir og vøtn og annars alt, ið vit hava brúk fyri og tað í stórari mongd, og sum hevur skapt okkum øll, sum eru sonn undurverk frá top til tá, og sum ger alt fyri, at vit at enda skulu koma til Hann, at sami Guð skal gerast óndari enn óndur og ræðuligari enn ræðuligur, ja, túsund ferðir túsund ferðir verri enn t.d. Hitler, sum hóast alt drap ofrini, meðan Guð verður sagdur at pína og brenna fólk í allar ævir. Og tað skulu vit trúgva upp á?

Nei, Guð er eingin Fani, men ein góður og kærleiksfullur Guð, tað átti at sagt seg sjálvt. Hvat helvitisprædikantar hava við kærleika og gleðiboðskap at gera hevur verið - er - og fer altíð at vera ein gáta, tí teir umboða tað mótsetta: fanansskap, sálarligan ágang og kúgan, eld, pínu og skríggj og bangin og krúpandi menniskju. Ræðuligt.

Tíðin hevur leingi verið búgvin til at vísa helvitisprædikantunum durafjórðingin, so kærleiksboðskapurin fær høvi til at vísa seg á flogi og í verki, og soleiðis at ung sum gomul, kvinnur sum menn kunnu gleðast yvir gleðiboðskapin, yvir skapanarverkið og lívið, og annars hvíla í vissini um, at vit hoyra Honum til annahvørt vit liva ella doyggja.

Dagfinnur Danbjørg.