Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gestabústaður í Stockholm

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stockholm.

Tórshavnar kommuna luttekur í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stockholm, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.

Stockholm kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búleikast í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, journalistar, granskarar og onnur, sum fáast við mentan.

Stockholm kommuna leggur dent á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, eisini knýta sambond við starvsfelagar í Stockholm og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv. Umsøkjarar skulu hava bústað í Tórshavnar kommunu.

Tíðarskeiðið, sum gistast kann í Villa Bergshyddan, er í ár frá 16. apríl til 30. september, og møguleiki er at vera í eina ella tvær vikur. Rúm er fyri tveimum vaksnum og tveimum børnum.

Umsóknarblað fæst á www.stockholm.se/nordisktsamarbete, har fleiri upplýsingar eru um stuðulin.

Freistin at søkja er 1. februar 2012, og umsóknir skulu sendast til:

Stockholms kulturförvaltning

Nordiskt kultursamarbete

Att: Hanan Haidari

Box 16113

SE 103 22 Stockholm

ella til teldupostadressuna hanan.haidari@stockholm.se