Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gevið djórunum ein tjans til gleði og gagn fyri øll

Í Føroyum hava sjúk og óynskt djór vánalig kor. Óneyðuga nógv djór verða avlívað, tí eingin er at taka sær av teimum. Hesi óseku djór hava uppiborið at fáa ein tjans. Hetta ber væl til at gera á ein hátt, sum bæði gagnar djórunum, eins væl og havnaborgarum og ferðafólkum.

Eftir Levi Mørk, býráðslim fyri Javnaðarflokkin, listi C:

Um fólk og fysiskir karmar vóru til at taka ímóti og hýsa hesum djórum, kundu djórini verið brúkt til gagns fyri almenningin, tey kundu verið ættleidd víðari, og funnin sjúk villini djór kundu verið slept út aftur í náttúruna, tá tey vóru lekt. Djórini kundu havt eitt langt, sunt og gott lív frammanfyri sær. Men ístaðin verða tey bara avlívað í dag samstundis sum, at nógvar familjur fáa sær nýggj djór, heldur enn at ættleiða eitt fitt djór, sum hevur tørv á einum nýggjum heimi.

Er tað rætt at eggja til ein slíkan "blaka burtur og fá tær nýtt" hugburð til djór? Hetta er ein óheppin gongd, sum myndugleikar, eftir mínum tykki, kunnu vera við til at venda.

Neyðugt at tryggja betri djóravernd

Eldsálir hava gjøgnum mong ár gjørt eitt megnar sjálvboðið arbeiði, har tey hava tikið sær av djórum, sum eingin annar vil ella kann taka sær av. Men hetta er sera krevjandi arbeiði, sum krevur hóskandi umstøður. Eingin orkar at átaka sær hesa ábyrgd leingi á gangin, tí umstøðurnar eru so vánaligar. Hóast eldsálirnar hava gjørt eitt gott arbeiði, er tað langt frá nóg mikið til at nøkta veruliga tørvin. Alneyðugt er tí at skipa djóraverndarøkið í Føroyum nógv betri, soleiðis sum tað verður gjørt í londunum kring okkum. Vit hava t.d. sæð í teim gitnu "Animal Rescue Centre" sendingunum, vit kenna frá sjónvarpsrásini Animal Planet, hvussu gjørt verður aðrastaðni.

Serliga er tað Havnin, sum hevur tørv á einum slíkum stað, tí her eru flest djór savnað. Vit í býráðnum eiga tí sum skjótast at tryggja betri fysiskar karmar, so sjúk ella óynskt djór fáa eitt hóskandi stað at vera, har tey kunnu koma fyri seg, so tey kunnu avhendast víðari.

Fólk vilja seta á stovn ein djóragarð

Sjálvbodnir djóravinir hava bjóðað seg fram til at arbeiða við eini verkætlan um at seta á stovn ein náttúruupplivingardepil og ein djóragarð her í Havn, sum kann hýsa og taka sær av nógvum ymiskum djórum. Millum onnur taka tey, sum ala føroysk ross, lut í hesi verkætlan. Føroyska rossið var við at doyggja út í 60'unum, tá bert 5 ross vóru eftir, men sjálvboðin fólk hava prógvað, at tey hava fingið tað at borið til støðugt at nøra um stovnin, soleiðis at stovnurin nú er komin upp á 63 ross. Rossaslagið kann tó ikki roknast fyri at vera bjargað, fyrr enn stovnurin er komin upp um 200 ross.

Í seinastuni hava mong uttan iva steðgað sínum bili beint við Vesturkirkjuna fyri at hyggja og gleðast um tvey av teim nýggjastu fittu føroysku fylunum, sum hava gingið har á beiti. Men framtíðin hjá hesum fylum er rættiliga ótrygg, tí felagið, ið varar av alingini av føroyskum rossum, er tíverri heimleyst, sum er. Arbeiðið, sum felagið nú hevur tikið sær av í 50 ár, er tískil í vanda fyri at detta niðurfyri. Tað hevði verið ræðuliga stórt spell.

Føroysk djór kunnu gagnnýtast meira

Átroðkandi er tí at hjálpa til við at seta eina alistøð á stovn sum skjótast fyri at skapa tryggari umstøður fyri aliarbeiðmum av føroyskum hóttum djórum, so sum føroyska rossinum og føroysku neytunum, so at hetta virðismikla arbeiðið kann halda fram og menna seg til nakað meira og størri. Føroyska rossið kundi t.d. verið gagnnýtt nógv meira, eins og íslendingar hava dugað so væl at gagnnýtt síni íslendsku ross í so stóran mun, at rossaslagið eru vorðin heimskent og yndað av rossaelskarum um allan heim.

Eg gangi inn fyri, at í Havnini verður stovnaður ein djóragarður, sum verður miðdepil fyri ali- og djóraverndararbeiði. Ongantíð betur, um hetta kann gerast í góðum samstarvi við tey, sum sjálvboðið arbeiða fyri djóravernd, gransking í djórum og varðveitslu av hóttum føroyskum djórasløgum. So nú er bert at tryggjað eini slíkari verkætlan eina avtalu um langtíðarinnivist á einum øki her í Havn, egnað til endamálið.

Eg gangi eisini inn fyri hesum, tí eg eri sannførdur um, at meirvirði kann spyrjast burtuúr einum slíkum stað eisini fyri onnur. Arbeiðið við djórunum kann skapa gott grundarlag fyri spennandi frítíðar- og ferðavinnutilboðum til gleði og gagns fyri Havnaborgarar og ferðafólk í Havn.

Nýggj arbeiðspláss og nýggjar upplivingar

Ein samskipaður náttúruupplivingardepil og djóragarður kann arbeiða saman við skúlum og øðrum stovnum og bjóða frítíðartilboð, undirvísing og setursskúla, har børn og ung í øllum aldri kunnu koma á staðið at læra um djór, djórarøkt og djórahald í Føroyum, ríða á føroyskum rossum og uppliva føroyska náttúruna á ymsan hátt undir tryggum umstøðum. Útlendskir djóravinir, sum ferðast í Føroyum, fáa spennandi ferðavinnutilboð og eitt stað, tey kunnu koma at uppliva føroysk djór.

Depilin kann eisini skapa øðrvísi arbeiðspláss í Havn. Arbeiðsleys í ALS skipanini, umframt ung við sálar- og atferðartrupulleikum kunnu fáa tjansin at koma í starvsvenjing og gera eitt meiningsfult arbeiði. Royndir aðrastaðnu vísa, at tað at arbeiða við djórum, hevur serstakliga jaligt árin júst á ung við trupulleikum. Samvera við djór hevur eisini sera jaligt terapeutiskt árin á fólk við strongd og tunglyndi, umframt á eldri fólk, fólk við demens og onnur. Hesi kunnu fáa serliga gleði av einum djóragarði.

Ein slíkur depil dregur uttan iva nógv fólk til sín – ikki minst barnafamiljur, ung sum eldri. Eg eri sannførdur um, at við røttu umstøðunum, fæst inntøkugrundarlag saktans fyri dagliga virkseminum á einum slíkum djóragarði. Sjálvur fari eg tí at arbeiða fyri at hjálpa til við at fáa sett ein slíkan náttúruupplivingardepil og djóragarð á stovn í Havn, verið eg afturvaldur. Tekur tú undir við hesum, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum í november.