Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gevið vinnulívinum betri sømdir!

1. Fær reiðaríið lán til skipið, um kvotan ella fiskiloyvið bara er til komandi árið?

2. Skulu tey alment løntu so eisini rinda fyri at fara til arbeiðis?

Hetta eru spurningar, sum ofta verða settir teimum, ið vilja broyta fiskivinnupolitikkin. Spurningarnir verða settir teimum, sum halda, at tað almenna kann fáa meira burturúr tilfeinginum í havinum.

Til fyrra spurningin er at siga, at sjálvandi hava útlitini nógv at siga, tá ið bankin fíggjar eina íløgu. Og sjálvandi skal bankin trúgva uppá, at tann, sum fær lánið, megnar at fíggja lánið aftur. Vit eiga tí eisini at tryggja, at reiðaríið, sum fær lán til skipið, ræður yvir kvotuni ella fiskiloyvinum yvir eitt rímiliga langt áramál. Hinvegin er tað líkamikið fyri bankan, um lánið, tú tekur, fer til at fíggja einum privatum (útlendingi) ella tí almenna. Bankin vil bara tryggja sær, at hann fær pengarnar aftur við rentusrentu. Harafturat er skipsvirðið vanliga minni parturin av láninum. Tað er, sum er, kvotan ella fiskiloyvi, sum er tað veruliga virðið.

Kvoturnar og fiskiloyvini eigur fólkið í Føroyum. Fekk fólkið pengar fyri hesa ognina, sum svarar til virðið, so kundi hetta fíggja t.d. stóran part av pensjónunum. Umframt, at man kundi givið lág- og miðalinntøkum eina munandi skattalækking. Men hetta vil man ikki frá politiskari síðu. Serliga ikki frá fólkaflokssíðu, sum fyrr í tíðini var ein vinnuflokkur, men nú er vorðin ein fáveldisflokkur, og fremsti talsflokkuri fyri verandi skipan.

Hesi stóru virði í sjónum, sum fólkið eigur, og sum vinnulívið dugir at virðisøkja, er høvuðsorsøkin til, at føroyingar búleikast so væl her á landi. Hóast hesa rímiligu vælferð kundi vanliga borgarin livað enn betri og tryggari og rúmsáttari, um bara politiskur vilji var til at umsita hesa ogn skynsamari.

Sambandsflokkurin hinvegin vil tó verða við, at tað er blokkurin úr Danmark, sum er orsøkin til vælferðina í Føroyum. Her ger Sambandsflokkurin vinnulívinum so dyggiliga órætt. Sjálvandi er tað ikki blokkurin, men føroyska vinnulívið og tað váðafýsnið, sum har er, sum er krumtampurin í samfelagnum. Tað er hjá vinnulívinum, at samfelagshjólini byrja at mæla.

Tí er tað undrunarsamt, at eitt samfelag, sum er so ríkt við rávørum letur virðini fyri onki m.a. til nakrar útlendingar at ráða yvir – um tað so er óbeinleiðis. Eisini er tað løgið, at man letur hesar leggja okursprís á okkara egna vinnulívsfólk, tá hesi skulu keypa seg inn í vinnuna. Og sum um, at tað ikki er nóg mikið, men eftir, at man hevur givið virðini burtur, og finnur seg í, at nøkur av okkara egnu skulu rinda okursprís, – bara ikki til tað almenna. So fer man til nakrar aðrar útlendingar og biður hesar um blokkstuðul, og spyr pent, um teir ikki kunnu fíggja tað, sum manglar í.

Rinda fyri at fara til arbeiðis

Viðvíkjandi samanberingini og spurninginum, um man so eisini skal rinda fyri at fara til arbeiðis hjá tí almenna, er at siga, at spurningurin er nokkso stuttligur, og fær nøkur at siga, “ánei, sjálvandi skal man ikki rinda fyri at fara til arbeiðis, og tí heldur ikki fyri at fáa eina kvotu frá tí almenna”.

Samanberingin er heldur ikki heilt av leið: Tá ið eitt alment starv er til taks, verður tað lýst leyst, og øll kunnu søkja. Øll kunnu bjóða seg fram, og tann best skikkaði eigur at fáa starvið. Fært tú starvið, so hevur tú tað, so leingi tú arbeiðir har. Tá ið tú fert úr starvið einaferð, kanst tú ikki selja starvið víðari til ein annan. Tú hevur jú onki goldið fyri tað.

Tað hevði eisini verið órættvíst, um tú seldi starvið víðari, og koyrdi pengarnar í tín egna lumma. Tað hevði verið órættvíst yvirfyri skattgjaldaranum, – sum annars kundi fingið ágóðan. Eisini yvirfyri tí nýggja starvsfólkinum, sum fekk starvið. Og ímynda tær, um hin nýggi, sum fekk starvið aftaná teg, hevði verið noydd at biðji útlendingar hjálpt sær við at fíggja nýggja starvið?

Nei, har hava tit rætt. Tað ber sjálvandi ikki til!

Annita á Fríðriksmørk