Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

GIS samstarv

Saman við verandi partaeigarum, bjóða vit tínum stovni, kommunu ella fyritøku vælkomna uppí framkomið GIS samstarv, stendur á heimasíðuni hjá Føroya DátuSavn.

Sum partur av hesum samstarvi, fæst atgongd til dáta hjá FDS (Myndakort og FDS-kort) og hjá øðrum samstarvsfelagum (Kloakkleiðingar, Matrikulkort, Tele og Sev leiðingar, osf.).

Við at savna allar dátur hjá stovnum, fyritøkum og kommunum saman í eitt savn, kunnu lunnar leggjast undir eina sera framkomna GIS skipan í Føroyum.

Samstarvspartarnir hjá FDS í dag eru:

FT-Net, Landsverk, Umhvørvisstovan, Elfelagið SEV, Tórshavnar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna.