Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gjaldførið hjá vinnuni er 3,3 mia. kr.

Korona smittan elvir til kreppu í búskapinum og í krepputíðum er umráðandi at hava tókt gjaldføri. Gjaldførið hjá privatu vinnuni í bankunum var i 3,3 mia. kr. síðst í februar.

Innlán hjá privatum fyritøkum í føroyskum peningastovnum hava verið vaksandi øll árini síðani ársbyrjan 2014. Privatu fyritøkurnar høvdu við endan av februar innistandandi fyri 3,3 mia. kr. í føroysku peningastovnunum. Peningurin, ið privatu fyritøkurnar hava sett inn á bók, er vaksin við meir enn 65% hesi árini.

Í Mynd 1 niðanfyri sæst peningurin, sum privata vinnan hevur standandi á bók í føroyskum peningastovnum. Tað mesta er tøkt (bláa økið) og ein lítil partur er bundin millum 3 mánaðir og upp í eitt ár (grønt øki). Privatu fyritøkurnar hava eisini pening standandi á bók í donskum peningastovnum; umleið 100 mió. kr., ið somuleiðis er tøkur. 

Umframt pening á bók, hava føroysku peningastovnarnar meldað út, at møguleiki er hjá føroyskum fyritøkum at fáa avdráttarskáa og møguliga eyka gjaldførishjálp. Somuleiðis eru hjálparpakkar settir í verk. Millum annað er møguleiki at fáa lán í bankunum við trygd frá danska Vækstfonden (danski staturin), um fyritøkurnar kunnu staðfesta, at tær í minsta lagi hava mist 30% av søluni í mars mánaði orsakað av korona-tilbúgvingini. Eisini er møguleiki hjá fyritøkum, sum útflyta, at fáa eyka gjaldføri umvegis Eksportkreditfonden.

Almennu fyritøkurnar og kommunurnar hava 400 mió. kr. standandi á bók í part í føroyskum peningastovnum, og tey sjálvstøðugt vinnurekandi hava umleið 50 mió. kr. á bók.

Privatar og almennar fyritøkur hava ein lítlan part av innlánunum standandi í øðrum gjaldoyra (dollarar, evrur og norskar krónur), men nógv størsti parturin stendur í donskum krónum. Sjálvstøðugt vinnurekandi og kommunur hava bert innlán í donskum krónum í føroysku peningastovnunum.