Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gjaldstovan 75 ár

– kjarnin í búskaparstýring landsins

Í ár eru liðin 75 ár, síðan Føroya Gjaldstova varð sett á stovn. Gjaldstovan varð stovnað 1. apríl í 1939 sum ein danskur ríkisstovnur í Føroyum. Uppgávan var at hava um hendi ríkisroknskapin í Føroyum og krevja inn innflutningsgjøld og framleiðslugjøld. Eisini skuldi stovnurin krevja inn skatt og umsita fleiri uppgávur hjá grunnum.

Almenna umsitingin var at kalla ongin tá, og eitt nú var ongin toll- og skattstova. Almennir stovnar vóru bara Telefonverkið, sum hevði egnan roknskap, og Smiril, sum røkti strandfarasigling og hevði sjálvstøðugan umsitara. Yvirlærarin á Realskúlanum hevði roknskap fyri skúlagrunnin, og eftirlønargrunnurin hjá lærarum hevði egnan kassameistara.

Í dag er Gjaldstovan kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Føroya Gjaldstovu, Búskaparskipan landsins, og stovnurin ger mánaðarligar roknskapir fyri landið. Gjaldstovan umsitur eisini landsins lønarbókhald. Í 2014 verða goldnar millum 8 og 9 mia. kr. um skipanir hjá Gjaldstovuni.

Eisini kommunurnar lesa roknskapirnar inn í miðsavnaðu skipanina hjá Gjaldstovuni. Hetta hevur verið eitt krav síðan 2009. Síðan Landsbanki Føroya varð niðurlagdur í 2013, hevur stovnurin eisini umsitið gjaldføri landsins, sum er 2-3 mia. kr. í løtuni. Somuleiðis umsitur Gjaldstovan almennu skuldina.

Fyrsta tíðin

Nógv er sostatt broytt, síðan Gjaldstovan varð stovnað í 1939. Stovnanin var fyrsta lítla fetið at fáa umsitingina av fíggjarviðurskiftunum hjá løgtinginum á føroyskar hendur. Løgtingið skuldi umsita inntøkur, útreiðslur, krøv og roknskap fyri ríkið, sum hevði valdið og eftirlitið. Á donskum fekk stovnurin navnið Færøernes Oppebørselskontor.

Danska stjórnin hevði valdið á Gjaldstovuni til 1. apríl í 1949, tá ið heimastýrislógin var komin, og Gjaldstovan gjørdist føroysk. Tá ið hetta hendi, varð ásett, at øll roknskaparførsla hjá landskassanum og løgtingsgrunnum skuldi liggja undir stovninum. Eisini roknskaparførsla hjá almennum stovnum skuldi vera har. Nú fingu Føroyar fyrstu fíggjarlógina.

Í 60-árunum og 70-árunum mentist føroyska samfelagið skjótt. Pengarenslið vaks, málsøkir vórðu yvirtikin, og umsitingin vaks. Hetta setti stór krøv til roknskaparfyrisitingina, sum tó ikki varð skipað við lóg, ið greitt ásetti heimildirnar. Við føstum mannagongdum, siðvenjum og dugnaligum fólki gjørdi Gjaldstovan sítt arbeiði eftir førimuni.

Tá ið almennir stovnar fóru at leggja roknskaparhaldið um til EDV síðst í 60-árunum og næstu 20 árini, var tað eitt framstig fyri hvønn stovn sær, men ongar meginreglur vórðu gjørdar fyri, hvussu almenna roknskaparhaldið sum heild skuldi skipast. Heldur ikki vórðu reglur gjørdar fyri, hvussu upplýsingar skuldu latast Gjaldstovuni.

Broytingar neyðugar

At formlig roknskaparkrøv og skipanarkrøv ikki vóru til umsitingina av almennum pengum, fekk stórar avleiðingar fyri búskapin. Ógreiða var um nógvar grunnar, veðhøld vóru, sum ongin visti um, tí tey vóru óskrásett, og óvist var, hvussu stór uttanlandsskuldin var. Týðandi upplýsingar, sum kravdust at stýra búskapinum, fóru millum skins og hold.

So seint sum í 1990 var støðan, at stórur partur av almenna búskapinum lá uttan fyri landskassan í grunnum. Nakrir av grunnunum vóru í roknskaparhaldinum hjá Gjaldstovuni, men aðrar visti Gjaldstovan onki um, m.a. týðandi grunnar sum Ráðfiskagrunnin og Menningargrunnin. Tann, sum bara hugdi í landsroknskapin, sá tí bara ein part av heildini.

Lógin um at avtaka flestu grunnarnar kom í gildi í roknskapinum fyri 1991. Nú skuldi rætta fíggjarliga myndin síggjast á sjálvari fíggjarlógini, segði landsstýrið í uppskotinum um at avtaka grunnarnar. Frammanundan hevði ikki verið møguligt at gera fíggjarætlanir fleiri ár fram, men hetta fór nú at bera til, varð eisini sagt.

Vánaliga búskaparstøðan gjørdi, at eftirstøðurnar hópaðu seg upp, og at trygdin aftan fyri skuldina hvarv. Almennu inntøkurnar minkaðu so nógv, at landið átti ikki fyri allar lønir. Gjaldstovan segði 16 fólkum upp, so starvsfólkatalið fór niður um 40. Leif Abrahamsen tók við sum stjóri í 1991 og upplivdi tíðina so, at stovnurin fekk bara gjørt tað mest neyðuga.

Men virksemið mátti nútímansgerast. Fyrst mátti innkrevjingin samskipast, so hon kundi gerast effektivari og virðiligari mótvegis borgarunum. Neyðugt var eisini at umskipa roknskaparverkið. Reglur vórðu gjørdar um, hvat skuldi á fíggjarlóg, og hvussu skrásetingar skuldu fara fram. 60-70 ymsar lønar- og útgjaldsskipanir vóru á stovnunum. Neyðugt var við eini einsháttaðari skipan, so landið kundi fáa yvirlit yvir m.a. egið gjaldføri.

Kollvelting á stovninum

Farið varð undir at samskipa innkrevjingina í 1995 við eini felags innkrevjingarskipan. Síðan varð farið at gera eina felags fíggjarstýringarskipan, sum skuldi savna almenna roknskaparverkið í eini felags KT-skipan. Henda verkætlanin hevur verið í gongd í eini 15 ár og er – um ikki tann størsta – so millum tríggjar tær størstu KT-verkætlanirnar í Føroyum.

Í 2009 varð kravt, at kommunurnar skuldu boða frá sínum roknskapum eftir sama leisti sum land og stovnar. Ætlanin var at fáa eina felags skipan fyri kommunurnar, so loysnin kundi gerast effektivari, men undirtøka var ikki fyri hesum, so kommunurnar veita mánaðarliga Búskaparskipan landsins sínar roknskaparligu upplýsingar.

Gjaldstovan er í dag eisini nýggjur KT-stovnur undir Fíggjarmálaráðnum og hevur ábyrgdina av KT-undirstøðukervinum hjá landinum. Umleið 3.000 brúkarar eru knýttir at skipanunum hjá Gjaldstovuni. At umsita gjaldføri og skuld landsins er skipað í Gjaldstovuráðnum. Í Gjaldstovuráðnum eru tríggir stýrislimir, sum eru tilnevndir fyri fýra ár í senn.

Føroya Gjaldstova í stuttum

Visión: Vit rudda slóð fyri, at almennu Føroyar eru millum effektivastu og kompetentastu fyrisitingar í heiminum.

Missión: Gjaldstovan stuðlar undir og mennir effektivar og góðar loysnir innan KT og roknskap at leiða almennu Føroyar.