Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftir at landsstýriskvinnan í mentamálum Rigmor Dam í seinastu viku setti fram uppskot um at hækka játtanina til Glasir við 13,4 mió kr fyri at kunna gera jarðhitaskipan á Glasi, hevur áhugavert orðaskifti tikið seg upp.

 Umhvørvisstovan gjørdi eftir umbøn eitt notat við tilmæli, sum var lagt við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni. Vit halda nú, at tørvur er á at endurtaka nakað av tí, sum stendur í notatinum.

Hvat sigur orkupolitikkurin?
 Um málið um at gerast sjálvveitandi við grønari orku skal røkkast, er tað avgerandi, at
 1. Samlaða føroyska orkuskipanin við tíðini byggir á varandi orkukeldur.
 2. Orkunýtsla verður elektrifiserað, har tað ber til.
 3. Øll orkuskipanin verður so effektiv sum gjørligt.

 Hetta merkir, at vit skulu útbyggja elframleiðsluna nógv frá vindi, vatni og øðrum varandi orkukeldum, so hvørt, sum tær verða tøkar, fyri at sleppa undan tí olju, sum vit í dag brúka til elframleiðslu og fyri at nøkta allan tann nýggja tørvin, sum kemur við elektrifisering av eitt nú upphiting og ferðslu á landi. Samstundis skulu vit nýta ta úr náttúruni framleiddu elorkuna effektivt fyri at spara pláss og íløgur. Á henda hátt fáa vit eina burðardygga orkuskipan, bæði umhvørvisliga og búskaparliga.

Hvat er dýrari? 
 Talvan niðanfyri vísir, at við givnum fortreytum er jarðhiti yvir 30 ár 2,5 mió. kr. ella 7 % dýrari enn fjarhiti.

Hitaskipan Íløga (mió. kr.) Árligt afturgjald av íløgu (renta 2% p.a.) (kr./ár) Orka latin til Glasir (kWh/ár) Prísur á orku u/mvg Árligt rakstrargjald (kr./ár) Árligt viðlíkahald (kr./ár) Samlað gjald í 30 ár mió. kr. Jarðhiti 13,4 598309 444.444 el 1,39 kr./kWh el 618.000 100.000 39,5 Fjarhiti 0 0 2.000.000 fjarhiti 0,616 kr./kWh fjarhiti 1.232.000 0 37,0 Talva 1 Nøkur lyklatøl fyri jarðhita og fjarhita á Glasi

 Fyri jarðhitan eru fortreytirnar, at íløgan verður goldin aftur sum annuitetslán við 2% í rentu, at hitapumpan hevur nyttustig 4,5 og tí skal brúka 444.444 kWh av el um árið og at tað hvørt ár verða settar 100.000 krónur av til viðlíkahald. Hendan upphæddin er nóg stór til at halda jarðhitaskipanina í góðum standi, so at hon eftir 30 ár framvegis er fult virkin. 

Prísurin fyri el er settur til 1,39 kr./kWh u/mvg í øll 30 árini. Fyri fjarhita er fortreytin, at íløgan er null og at prísurin fyri hitan er 0,616 kr./kWh u/mvg í øll 30 árini. Jarðhitaskipanin er bara 2,5 mió. kr. dýrari yvir 30 ár hóast stóru íløguna. Hetta er tí at gjaldast skulu fyri 2.000.000 kWh av fjarhita, men einans fyri 444.444 kWh av el. Árligi raksturin er tí nógv lægri (614.000 kr./ár) enn fyri fjarhita.

 Hvussu eftirfarandi eru nú hesi tølini? Fyri jarðhitan er størsta óvissan elprísurin. Hann er settur til verandi prís fyri stórar elkundar, 1,39 kr./kWh u/mvg øll 30 árini. Tað er rættiliga sannlíkt, at hesin prísurin fer at lækka heldur enn at hækka, tí at SEV fer at megna bíligari framleiðslu av varandi el við tíðini og fer at bjóða differentieraðar elprísir til serligar kundabólkar, sum til dømis Glasir. 

Vónandi kann skipan við differentieraðum elprísum skjótt koma at virka, so verulig ferð kann koma á elektrifiseringina av upphiting. Til dømis vóru í 2015 umleið 15 GWh av yvirskots vindorku, sum ikki komu til høldar. Ein nøgd, sum er 30 ferðir meira enn tað, sum Glasir tørvar til upphiting og sum í stóran mun er tøk, tá Glasir hevur mest brúk fyri henni.

 Fyri fjarhita er støðan nógv ógreiðari.
 Prísurin fyri hita – 0,616 kr/kWh u/mvg er í einum tilboði, sum Fjarhitafelagið læt Landsverki í 2013, og sum teir nú siga enn er galdandi. Í sama tilboði frá 2013 verður sagt, at tilboðið er galdandi í 6 ár og skal síðani endurskoðast. Tað er skiljandi, at Fjarhitafelagið vil tryggja sær møguleikan at broyta prísin, tí tað kann væl hugsast, at neyðugt verður at hækka prísin, um ætlanirnar hjá Tórshavnar Býráð at byggja fjarhitan út til alla Havnina verða realiseraðar. 

Í fyrsta lagi er tað kostnaðarmikið at byggja fjarhitanetið út. Bara leiðingin út til Glasir kostar í minsta lagi 20 mió krónur. Í øðrum lagi fer tað ikki at bera til at dúva uppá ókeypis orku, tí at verandi spillorka frá Brennistøðini og Sundsverkinum røkkur um veturin ikki til nógv meira enn tey gott 1000 húsini, sum í dag fáa fjarhita. Tá meiri varandi orka kemur á elnetið fer Sundsverkið at lata minni enn í dag og væntandi (og vónandi) fer Brennistøðin ikki at brenna meir, men heldur minni, so hvørt sum vit gerast meiri tilvitað um at avmarka nøgdirnar av burturkasti. Í triðja lagi verður neyðugt at keypa stórar nøgdir av orku frá SEV fyri at nøkta økta tørvin.

 Samanumtikið kann svarið til spurningin “Hvat er dýrari?” vera: Jarðhiti er at síggja til 2,5 mió dýrari yvir 30 ár. Tá ið væntast kann, at elprísurin fer niður og at fjarhitaprísurin fer upp, kann fjarhitin væl enda við at blíva dýrari enn jarðhiti.

Hvat er grønari? 
 Jarðhitaskipanin gevur 4,5 kWh av hita fyri hvønn kWh av el. Elorkan er í løtuni um 60% grøn. Hitapumpan brúkar mest orku um veturin, tá ið nógv grøn elorka er tøk og tí er jarðhiti góð 80% grøn orka í verandi skipan. Hetta svarar til, at CO2 útlátið er umleið 40 g CO2/kWh av hitaorku, sum hitaskipanin framleiðir.

 Vit siga í okkara notati, at CO2 útlátið frá fjarhita er umleið 180 g CO2/kWh av hitaorku latin til Glasir. CO2-útlátið er roknað frá, at 80% av orkuni koma frá brennistøðini og 20% frá Sundsverkinum. Haraftrat er roknað við 30% tapi í fjarhitanetinum. 

Sjónarmiðið er, at tann sum brúkar hitan, eigur útlát svarandi til orkunøgdina, sum brúkt verður á Brennistøðini ella Sundsverkinum at framleiða hendan hitan. Fjarhitafelagið, Tórshavnar Kommuna og SEV siga hinvegin, at fjarhitin er 100% grønur, tí at Brennistøðin og Sundsverkið leiða somu mongd av CO2 út, óansæð um nakar brúkar hitan.

 Latið okkum siga, at tað seinna sjónarmiðið er tað rætta. So kann hendan samtalan førast: Ein næmingur á Glasi fær spurningin frá fremmandum gesti : “Hvussu verður tykkara bygningur upphitaður?”. Hann svarar: “Við 100% grønari orku frá fjarhitanetinum” . “Ná”, sigur gesturin, “so man tað vera frá vindi og vatni”. “Nei” sigur næmingurin, “vit fáa hitan frá eini brennistøð og frá einum elverki, sum brennir tungolju”.

 Sigast kann, at Fjarhitafelagið í hesi støðu ikki hevur serligan áhuga í, at roynt verður at minka um brenningina av burturkasti ella um brenningina av olju á Sundi, heldur tvørturímóti, tí hendan orka er ókeypis og eftir teirra sjónarmiði 100 % grøn.

 Tað verður eisini sagt í fráboðan frá SEV og Tórshavnar Kommunu, sum eiga Fjarhitafelagið, at Fjarhitafelagið og SEV skulu gera avtalu um tiltaksveiting frá motorunum á Sundi. Hetta merkir, at í tíðarbilum, tá ið fjarhitanetinum tørvar orku, bindir SEV seg til at starta motorar á Sundi fyri at framleiða hita til Fjarhitafelagið. 

Í slíkari støðu má elframleiðslan frá varandi orku skerjast. Hetta er beinleiðis í andsøgn við yvirskipaða orkupolitikkin og tá verður uppaftur verri at argumentera fyri, at fjarhitin er grønur.

Hvat er meiri kollektivt? 
 Um Glasir nýtir jarðhita ella fjarhita, er hitaskipanin í báðum førum partur av eini størri eind. Í báðum førum kemur orkan uttanífrá. Fjarhitin verður fluttur sum heitt vatn og hjá móttakaranum stendur ein hitavekslari, sum flytir hitaorkuna frá fjarhitanetinum og inn í bygningin. Jarðhitaskipanin fær elorku frá elnetinum til eina hitapumpu, sum stendur inni hjá móttakaranum. Hitapumpan tekur orku úr umhvørvinum og ger samstundis elorkuna um til hitaorku, sum verður latin bygninginum.

 Báðar skipanirnar eru sostatt kollektivar. Í fjarhitaskipanini er man partur av einum lokalum kollektivi í Tórshavn, sum er bundið saman við vatnrørum og sum fær sína orku frá spillorku, sum kemur frá framleiðslu av el við oljuriknum verki ella frá burturkasti, sum verður burturbeint við brenning, og sum við útbygging skal fáa orku frá varandi orkukeldum. 

Í jarðhitaskipan er man partur av einum landsumfatandi kollektivi, sum umfatar elnetið í øllum landinum, sum fær sína orku frá vatni, vindi og olju, og sum við tíðini skal fáa alla sína orku frá varandi orkukeldum.

Hvat er orkueffektivari? 
 Tá vindorka frá elnetinum verður brúkt beinleiðis til upphiting í fjarhitaneti, verður tapið millum 20% og 30%. Samanborið við jarðhita er her talan um, at tað skal framleiðast um 5 ferðir so nógv vindorka um ein bygningur skal hitast við fjarhita heldur enn við jarðhita. Tað ber til at seta hitapumpur á fjarhitanetið og á hendan hátt kann tapið gerast væl minni. Tó kann ikki væntast at røkka nærri enn at tað skal dupult so nógv vindorka til hesa skipan sum til skipan við elneti og hitapumpum. 

Fjarhitanetið røkkur nú næstan oman í miðbýin og “gamla” býin og til ídnaðarøki í Eysturbýnum. Hesi økini eru væl egnað til fjarhita – ídnaðarøkið tí at bygningarnir krevja høgan temperatur í hitaskipanunum og miðbýarøkið, tí at har nógvastaðni er ov trongt til til dømis jarhitaloysnir ella aðrar loysnir við hitapumpum. Glasir, sum í upphiting svarar til eini 60 sethús, og aðrir nýggir bygningar, sum liggja frítt fyri, eru serliga væl egnaðir til individuellar orkuloysnir við hitapumpum. 

Tað at fjarhiti verður valdur frá í slíkum bygningum eigur ikki at órógva eina skynsama útbygging av fjarhitanetinum, sum kann gagnnýta yvirskotsorku, sum annars fer til spillis.

At enda 
 Vit halda, at ein jarðhitaskipan í Glasi, er ikki í andsøgn við eina skynsama útbygging av fjarhitaskipan í Tórshavn. Nøgdirnar av avlopshita frá Brennistøðini og Sundsverkinum eru sum nevnt avmarkaðar og fara harumframt at minka komandi árini. Elorka skal tá brúkast í fjarhitaskipanini og uttan iva verða stórar hitapumpur settar upp fyri at fáa effektivari rakstur, bæði viðvíkjandi orku og økonomi. Hesar hitapumpur skulu helst standa tætt við teir stóru brúkararnar. 

Glasir er ein slíkur brúkari, sum er sera væl egnaður til jarðhita, tí hann er nýggjur, og tí har er gott pláss til at bora jarðhitahol. Um Tórshavnar Kommuna fer at útbyggja fjarhitaskipanina til alla Havnina, so verður Glasir við jarðhita ein góð eind í tí skipanini. Tað er eisini í hesum høpi betri at byggja jarðhitaskipanina fyri 13,4 mió kr nú og seinni at knýta Glasir í eina møguliga víðkaða fjarhitaskipan.