Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gleðilig jól

Fari her stillisliga undan jólum, at koma við onkrum viðmerkingum, men ynskja øllum eini góð og hugnalig jól.

Sent á Facebook 23. desember 2017:

Skal heita á øll, ið hava kreftir at hugsa um tey, ið lítið eiga á jólum, uttan trúnna og vónina um eina betri framtíð, at tey fáa ta hjálp, teimum tørvar, og eisini koma mett, væl klødd, og styrkt í gjøgnum jólahøgtíðina.

Lat okkum vóna, at myndugleikar okkara føra seg fram við kærleika til tey, ið hesi umboða, og at tey ikki freistast til at misbrúka maktina, at gera jólahøgtíðina til eina myrka tíð, bara tí at tey kunnu, tá onnur lótu teimum upp í hendurnar álit og lykilin til pengaskríni, at røkja teirra vegna, men sum tey kortini ikki høvdu førleika at røkja.

Lat okkara tankar ganga til tey, sum berjast fyri sínari tilveru á almenna arbeiðsmarknaðinum, og minna myndugleikarnar á, at tað eru tey, ið mugu finna javnvágina fyri, hvat fyritøkur, og samfelag kunnu tillata sær, at ræna frá fólki, og tryggja teimum møguleikar, at gjalda tey krøv, lívi í frælsi krevur fyri einstaklingar, og foreldur.

Vælvitandi um, at ikki øll hava evnini, at hava vald, mugu vit biðja fyri, at tey við lítlum evnum, ikki sleppa at taka avgerðir, ið ikki byggja á fólkaræðislig sjónarmið, men velja heldur, at lata seg stýra av stoltleika og hevndarhugi.

Samstundis, sum vit uppliva, at myndugleikar hava sett út í kortið, at vinnufyritøkur kortini ikki skulu hava rættin til ríkidømi, sum í ártíggir eisini hevur ríka land og fólk, men heldur vilja luta ríkidømi ókeypis til útvaldar politiskar aktørar, gráta familjur, tí stráðmen krevja fiskin avreiddan til síni egnu feløg, til minni avreiðingarprís enn fáast kann frá øðrum keyparum.

Vit vita, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, og merkir, at manningin fær minni at liva fyri, men vit vita eisini, at tá hesir garpar velja at tosa við stórum stavum, velur stráðmaðurin at broyta mannagongd, og fara har, prísurin er høgur, og soleiðis vinnur hann sær tíð og friðin ta løtuna.

Men hetta er lutur okkara í einum samfelag, sum ikki er annað enn eitt kleptokrati, tí fólkaræði er sokkið, og pressan hevur mist seg sjálva burtur í ørskapinum, og hevur sett prís á sín leiklut, sum stuðul hjá politisku skipanini, sum afturfyri hevur betalt fyri stuðulin úr stóra kassa.

Tað er galdandi fyri bæði vinstra og høgraveingin, sum nú eisini hevur fingið ta pressu, ið stóð á ynskilistanum á jólum.

Vóni at jólini vera góð hjá teimum gomlu, teimum sjúku, og teimum, sum bera brek av ymiskum slag, men sum ikki sóu aftur bøtandi umstøður á fíggjarlígini, tí ”kameratarnir” skuldu hava sítt .

Gleðillig jól, ynski eg tykkum; arv skullu øll fáa frá mær í bókini um korruptiónina, sum vann vælvild frá høgum og lágum. Tað var so ikki einki at fáa frá flippubrotsmannaliðnum.

Úr rúgvuni, kann eg nevna lygnina um eina játtan uppá 60 milliónir, sum løgtingið ongantíð hevði játtað, men sum føroyingar kortini komu at hanga uppá. Løgtingið hevur váttað at eingin heimild var fyri hesi lántøku,, men hvørki lóggevandi ella útinnandi myndugleikin hevur valt at gera nakað við hetta mál, sum annars bara er ein lítil partur av avdúkandi bókini, sum ætlandi kemur út nokkso skjótt.

Soleiðis vil man hava tað, forstås..

Gleðilig jól til øll, og eydnu við bleytum, sum hørðum pakkum.

Dan Klein, journalistur