Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gloym meg ei latið upp í Klaksvík

Mánadagin 17. september 2018, lat virknis- og tilhaldsstaðið "Gloym meg ei" upp í nýggjum hølum í Klaksvík. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt røðu til móttøkuna. Røðan kann lesast her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/11248/røða-gloym-meg-ei-klaksvík-17-sept-2018.pdf

Gloym meg ei er virkis- og tilhaldsstað, sum er partur av Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Tilhaldsstaðið hevur verið í Norðragøtu, men er í summar flutt til Klaksvíkar, inn í bygningin á Klaksvíksvegi 57, har "Húsið" fyrr hevði bústað.

Gloym meg ei vendir sær til heimabúgvandi fólk í Norðoyggjum og Eysturoy, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar. Fyritreytin fyri at taka lut í virkseminum er, at fólk eru sjálvbjargin, og har er opið frá kl. 9 mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag.