Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góðar umstøður fyri rørslutarnaði á G!

Rørslutarn er eingin forðing fyri at fara á G! Festivalin, tí festivalurin hevur lagt seg eftir at tryggja teimum rørslutarnaðu bestu umstøður, við serskildum áskoðaraplássum og øðrum viðurskiftum. 

Serskild ákoðarapláss eru til rørslurtarnað. Hesi vera merkt við skelti, eru lyft upp og hava rampu, har til ber hjá rullistólum at koma til.

Mitt á festivaløkinum, er eitt kommunalt wc ið er útgjørt til rørslutarnað. Hettar WC er sett av til rørslutarnað og putlirúm hjá smábarna familjum at brúka.

Tørvar tær fylgjara, ber til at fáa eitt vikuskiftis-atgongumerki til hendan við at hava fylgjarakort frá MBF við. Vert er at leggja tilmerkis, at bert eitt atgongumerki er til taks fyri hvønn rørslutarnaða, og tí er best at talan er um ein fylgjara, ið fær veri við tær allar dagarnar.

Bilar frámerktir til rørslutarna hava atgongd til Syðrugøtu. Parkeringsviðurskiftini í Syðrugøtu eru ógvuliga avmarkað vegna tunga ferðlsu, og tí verður rátt til at fólk við rørslutarnið verða sett av í Syðrugøtu og bilar parkeraðir við Gøtugjógv og Norðagøtu.

Minnist til at hava fylgjarakortið við!