Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gollum og Fountain House

Vit hava ráð til skattalætta, skattafríar koyripengar, lønarhækkan, Marknagilsdepil, Sandoyartunnil, gylt handatøk... men eitt Fountain House? TAÐ er at fara for langt!

Hetta eru Føroyar anno 2013. Okkara hægstu eru smittaði við Gollum virusinum, har tey eru blendaði av glitrandi gulli og vilja gera alt fyri at metta teirra pengagreði.

Besta dømi um ómettiligu pengagreðina er at finna á portalinum 10. okt. 2012. Tá vóru tvær greinar lið um lið, sum siga alt um okkara samfelag og ómettiliga Gollum hugburðin.

Tann eina greinin var um Rasmus Rasmussen, sum hevur gjørt sjálvmorð vegna sálarsjúku. Hin greinin var um okkara løgmann, Kaj Leo Johannessen, sum vildi hava meir í løn.

Vit hava ongantíð havt eitt týðiligari neyðarróp um sálarsjúku enn 10. okt. 2012, men hvar vóru tankarnir hjá løgmanni henda dag? Jú, hann hevur ein greiðan boðskap til Føroya fólk:

“Landsstýrisfólk og politikarar fáa ov lítið í løn”, og hann leggur afturat, at tað sigur hann av heilum hjarta. Ein boðskapur, sum vil nakað.

Menniskju vs. Pengar

Eftir hendingina, so hava vit hoyrt eina Gollum befongda samgongu gingið við til at byggja ein flottan Marknagilsdepil fyri uml. 500.000.000 kr. og ein Sandoyartunnil, sum kostar landinum 100-tals milliónir.

... og tað nýggjasta er, at somu fólk nú tosa um at stovna eina sendistovu í Grønlandi, hóast nettoútreiðslurnar fyri sendistovur vóru omanfyri 25.000.000 kr. í 2009.

Listin yvir milliónir og kræddarí til sín sjálvs er endaleysur, men eitt er greitt, at 2.5 mió til eitt Fountain House er eitt no go. Tað er alt for dýrt, so Gollum trýstir bara á “snooze” knappin og ignorerar problemið.

Frá menniska til pengar

Mann verður sostatt noyddur at umskapa menniskjað til pengar fyri at røkka inn til Gollum. Lat okkum taka psykiatrisku deild sum dømi. Har kostar ein sjúklingur 3.500 kr. um dagin. Jú longri sjúklingarnir eru innlagdir, jú dýrari verður tað fyri samfelagið.

Verður ein sjúklingur innlagdur í eitt hálvt ár, so kostar tað landinum uml. 640.000 kr.. Talan er sostatt ikki um smápengar, men hesi gongdini kann eitt Fountain House venda.

Høvuðsorsøkin til at sjúklingar verða innlagdir longri enn neyðugt er, at sjúklingarnir eru ov veikir til at fara beinleiðis út í samfelagið. Hetta merkir, at mann verður noyddur at leingja sjúkraleguna, tí onki alternativ er.

Tað er her, at eitt Fountain House kemur inn í myndina og kann spara samfelagnum nógvar pengar. Tað er prógvað ferð eftir ferð, at fólk koma skjótari fyri seg, og at nógv færri verða innløgd aftur, tá tey einaferð eru blivin útskrivaði, um tey hava verið í gjøgnum eitt Fountain House.

Eitt Fountain House er alternativið, sum tey sálarsjúku sakna. Eitt Fountain House er tað sama fyri sálarsjúk, sum eitt hvíldarheim er fyri tey, ið eru illa fyri kroppsliga.

So hetta er eitt greitt win/win - bæði fyri menniskjað og fyri Gollum.

Vh

Hergeir Staksberg